Handil
Tórshavn:Tann bara 19 ára gamla Alis Simonsen letur mánamorgunin upp egnan handil í eysturbýnum í Havn. Hon fer millum annað at selja bakaravørur úr Sørvági í handlinum.
Hon er ikki heilt ókend við hetta at standa í handli, so tað er neyvan av ongum, hon hevur valt sær handilsvinnuna sum yrkisleið.
Foreldrini hava stóran handil í Sørvági, har pápin eisini er bakari, so tað var soleiðis meira ella minni sjálvsagt, at Alis fór á handilsskúla. Hon gongur í løtuni á hægri handilsskúla í Havn, fyri á tann hátt at fáa sær allan tann kunnleika, sum krevst til at reka handil.
Hugflognum bilar heldur einki, og hon er ikki bangin fyri at fara undir heilt nýggjar royndir, soleiðis. Hon fer nevniliga at flyta allar bakaravørur, sum hon fer at selja í handlinum, úr bakarínum hjá pápanum í Sørvági.
Baka í Sørvági
Hvønn morgun, tá handilin á horninum á Dj. í Geilsgøtu og Bókbindaragøtu letur upp, verður tað við nýbakaðum breyði, køkum og wienerbreyði frá bakaranum í Sørvági.
Alt verður flutt til Havnar um morgunin. Um Vestmannasund við fyrstu rutu, so klárt er, tá upp verður latið í Havn.
Fyrstu tíðina verður tað bara í vanligari handilstíð, at bakaravørurnar kunnu keypast. Men tá undirsjóvartunnilin er komin, fer at bera til at keypa nýbakað í eysturbýnum upp aftur fyrr á morgni. Tá fer handilin at hava egna bakaradeild burturav, sum fer at hava opið heilt tiðliga. Tí tá ber til at fara á hálvari nátt, um tað skal vera, úr Sørvági.
Handilin, sum Alis Simonsen fer at lata upp mánamorgunin, eitur »Hjá okkum« og heldur til í somu hølum í eysturbýnum í Havn, sum Eysturbúðin fyrr var í.
Síðan Eysturbúðin lat aftur, hevur eingin handil verið í umráðnum, har rættiliga fitt av fólki býr.
Og grannunum dámar væl, at handil aftur verður í umhvørvinum. Onkur hevur beinleiðis vent sær til Alis og fegnast um, at hon letur uppaftur.
At tey so eisini fáa »bakarí« í grannalagið, munnu fleiri helst fegnast um eisini. Tey minnast ivaleyst aftur á gomlu dagarnar, tá tey plagdu at vitja inn á gólvið hjá Alla at keypa sær morgunbreyð ella annan bakstur.
Hugskotið til at fara undir at handla í Havn fekk Alis einaferð í fjør, og tá so Eysturbúðin stóð tóm, gjørdi hon av at royna seg har.
Hon hevur broytt allan handilin, so hann í dag er sum nýggjur. Og hon hevur staðið fyri allari innrættingini sjálv.
Hon ivast ikki í, at tað fer at bera til at flyta bakaravørur heilt úr Sørvági til Havnar at selja.
Hóast einir fýra bakarar eru í Havn, metir hon, at marknaðurin er ríkiligur til ein handil afturat við bakaravørum. Um tær so verða fluttar úr Sørvági, metir hon ikki fara at dýrka tær so mikið, at tær ikki kortini vera kappingarførar við tað, hinir bakararnir í Havnini selja.
Bíligari í Vágum
Bakarin i Sørvági, sum fer at baka fyri nýggja handilin í eysturbýnum, ivast heldur ikki í, at tað fer at bera til at baka í Sørvági og flyta vøruna til Havnar fyri síðan at selja við vinningi.
Hann vísir á, at hansara bakstur er bíligari enn hjá flestu bakarum í landinum. Eitt nú helt hann gamla prísin, tá flest allir bakarar i landinum hækkau breyðprísin herfyri.
Og hann er onga løtu i iva um, at hann nokk skal klára at røkja flutningin til Havnar soleiðis, at nýbakað altíð fæst á morgni.
Nú fer at vára, og í summar verður eingin trupulleiki við sigling um Vestmannasund, sigur hann. Tá so veturin kemur aftur, verður koyrandi undir sundinum, og tá er als eingin forðing at koma til Havnar.
Hann bakar alt, sigur Valdemar Simonsen, bakari. Vanlig breyð eins og konditraravørur. So úrvalinum bilar einki.
Tað, sum sørvingar halda vera gott, man havnarfólki eisini fara at dáma, heldur bakarin, sum fegnast um samstarvið, sum komið er i lag, og gleðir seg til at sleppa at víðka søluna.
?Tað ber ikki til bara at sita og bíða eftir møguleikunum. Ein má eisini taka teir, tá teir eru har. Og nú undirsjóvartunnilin kemur, sá eg tað sum ein góðan møguleika at víðka søluna, sigur bakarin í Sørvági.