Bakkafrost hevur stongt verksmiðjun á Glyvrum. Hetta hendir, eftir at bakteriur vórðu funnar í avskurði, sum bleiv innflutt til Russlands.
Tað eru russiskir myndugleikar, sum hava varnast bakteriurnar og tí hava álagt avmarkingar á innflutningin av aldum laksi frá Bakkafrost.
- Vit hava fingið boð frá russiskum myndugleikum um at teir hava funnið bakteriur í onkrum avskurðum. Vit vita ikki meiri enn hetta í løtuni, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost við norsku heimasíðuna ilaks.no. Miðlahúsið roynir at fáa eina viðmerking frá Regini Jacobsen.
Í fráboðanini til keypsskálan í Oslo boðar Bakkafrost frá, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landsdjóralæknin í dag fara at gjøgnumganga alla verksmiðjuna á Glyvrum og síðani svara russisku myndugleikunum í næstu viku.
Regin Jacobsen sigur, at hetta ikki fer at ávirka útflutningin av heilum laksi til Russlands, tí tað einans er avskurðurin, sum er raktur.
Útflutningurin av avskurði til Russlands steðgar tí frá 23. novembur, men Bakkafrost sigur, at sølan kann umfordeilast til aðrar marknaðir.