4 ára gamli Pál Vang Samuelsen og systkinabarnið, 3 ára gamli Elias Vang Høgnason, vóru saman við foreldrunum farnir ein túr oman í býin at lurta eftir setanini.
"Eg havi akkurát verið og ferðast í Turkalandi og Danmark saman við mammu og babba og Heðin," sigur Pál, sum býr í Havn, "so nú gleði eg meg til at prøva alt møguligt á ólavsøku."
Elias, sum býr í Keypmannahavn til dagligt, er komin heim at ferðast hjá ommu og abba sínum í Havn og á Tvøroyri.
"Eg gleði meg mest til hoppiborgina saman við Pál. Tað er ordiliga stuttligt," sigur Elias.
Teir báðir dreingirnir høvdu fingið hvør sína ballón, sum teir sjónliga vóru sera glaðir fyri, og spurdur um ballónina svaraði Pál:
"Hetta er B10. Hann er mega kulur og kann gera seg til alt møguligt," og sipaði Pál til ein aktuellan tekniseriufigur.
Elias hevði hinvegin valt eina meira 'vanliga' ballón.
"Hetta er ein flúgvari við einari mús. Babba arbeiðir sum flogmekanikari, so eg elski flúgvarar," segði Elias, áðrenn teir fóru longur oman í býin saman við foreldrum teirra.