Ballack: Eg eri týskur liðskipari

- Fyri meg er støðan púra greið. Eg eri týskur liðskipari og eg ætli mær at taka liðskiparabandið aftur, tá eg eri klárur aftur. Eg gleði meg at ganga á odda, tá Týskland fer at luttaka í Euro 2012 og helst klára seg væl. Eg trúgvi uppá meg sjálvan sum liðskipara og at eg havi tað, sum skal til fyri at verða liðskipari, sigur Michael Ballack við soccernet.com.

 

Michael Ballack gjørdist skaddur stutt undan HM endaspælinum í Suðurafrika. Í hansara stað sum liðskipari kom Philipp Lahm. Tað gjørdi hann væl og liðið kláraði seg eisini væl og vann bronsu. Eftir HM endaspælið segði Philipp Lahm við fjlmiðlar, at hann ætlaði at halda fram sum liðskipari. Fjølmiðlarnir løgdu eisini eftir Michael Ballack og mettu, at týska landsliðið kláraði seg betri uttan hann.

 

- Kritikkarnir fara altíð at leita eftir onkrum at skriva um. Tú venur teg við tað, men tað harmiligt, at teir skrivaðu tað í eini tíð, har eg ikki fekk møguleikan at mótprógva ákoyringinum. Um stutta tíð fái eg møguleika at svara aftur, sigur Michael Ballack.

 

Michael Ballack hevur seinastu fýra árini spælt í enska Chelsea, men skifti í ár til Bayern Leverkusen, har hann eisini spældi áðrenn hann skifti til Chelsea umvegis nøkur ár í Bayern Munchen.

 

- Viðmerkingarnar hjá Philipp Lahm fullu ikki í góða jørð hjá mær, tí eg ikki hevði møguleikan at svara aftur. Eisini er tað venjarin, ið avgerð hvønn leiklut leikararnir hava á liðnum ? ikki einstakir leikarar, sigur Michael Ballack at enda.