Enska blaðið The Times skrivar um vikuskiftið, at týski landsliðsspælarin Michael Ballack heldur fram í Chelsea. Sáttmálin millum Chelsea og Ballack gongur út í summar, men sambært Times hava partarnir longt samstarvið við einum ári. Ballack, sum er 32 ára gamal, vinnur umleið eina millión krónur um vikuna í Chelsea.