Ballack klárur mikudagin

Michael Ballack hevur siti skaddur uttan fyri seinastu tríggjar vikurnar, men nú er líkt til, at týski miðvallarin aftur er til reiðar at spæla fyri Chelsea. Tað eru í øllum førum boðini, sum venjarin hjá Chelsea, Luis Felipe Scolari, hevði at bera ensku fjølmiðlunum um vikuskiftið. Og tað er einki at ivast í, at hetta eru góð boð hjá Scolari, nú tað er greitt, at Michael Essien neyvan spælir aftur fyrr enn á vári 2009.