Ballack vil enda í Chelsea

Stendur tað til týska landsliðsskiparan, Michael Ballack, so verður Chelsea seinasta felagið, sum hann spældir fyri. Ballack hevði annars sínar trupulleikar fyrstu tíðina í Chelse, men seinasta hálva árið hevur hann spælt framúr, og nú sigur spælarin, at hann væl kundi hugsað sær, at Chelsea verður seinasta felag hansara. - Tað kann væl verða. Eg verði 32 í september, og eg havi hug at halda fram í eini tvey-trý ár á hesum støðinum, sigur Ballack við Die Welt. Sáttmálin hjá Ballack við Chelsea er galdandi í eitt ár afturat, men sjálvur hevur hann altso einki ímóti, at hesin verður longdur.