Ballið buðið hjá B71

Líkt er til, at B71 spælir í næstbestu deildini næsta ár. Hetta hóast liðið leikliga tykist vera komin fyri seg. Men sandoyingum vantar rætt og slætt stig

Hóast 27 stig eru eftir at spæla um, er ballið buðið hjá B71. Teirra dagar í bestu deildini eru taldir, og næsta ár spæla sandoyingar leygar­dagsfótbólt. Tveir triðingar av landskappingini eru lagdir aftur um bak. 18 dystir eru spældir og av hesum hevur B71 tapt 13. Einans tríggir sigrar eru komnir í hús og ein javnleikur. Tað er ov lítið!
Tað er spell, tí onkursvegna tykiskt tað sum um, at sandoyingar leikliga so smátt hava funnið stevið. Tíverri er tíðin bara farin frá teimum, tí tað verður ein ógjørlig uppgáva at vinna seg fram um tvey lið og upp um niðurflytingarmarkið.
Síðani lagt varð um til núverandi landskappingarleist, hevur verið neyðugt við gott og væl 20 stigum hjá einum liði, sum ætlar at lívbjarga sær í deildini. Lægsta stigatal eitt lið, sum hevur yvirlivað í deildini við 27 umførum, hevur havt, er 20. Tað var VB/Sumba í 2006.
Og skal hetta vera tað, vit máta eftir, so skal B71 tvífalda um stigini upp á helvtina av tíðini, liðið nýtti um at savna tíggju tey fyrstu. Tað er ómetaliga trupult, fyri nú ikki at siga ógjørligt!

Optimisturin Piotr
Sum tann ókúgandi optimisturin Piotr er, so trýr hann sjálvsagt uppá, at tað framvegis ber til hjá B71. Hann trýr av sonnum upp á tað, og liggur hansara lutur í løtuni í, at fáa hesa trúnna yvir á einstøku leik­ararnar. Og nógv bendir á, at sandoyingar ikki hava givið skarvin yvir enn – hóast hann sambært hag­tølunum langt síðani er flogin.
Tí hóast vónbrotið í gjár, har B71 misti í yvirtíðini, so býr framvegis ein vón í Sandoynni um, at tað ber til.
– Vit mugu bara taka okkum saman aftur til dystin leygardagin ímóti HB. Tann dysturin má næstan vinnast, annars er vónin meir ella minni farin.
Sostatt livir vónin, um enn hon er lítil, á Sandoynni. Og tað er ein­asti mátin, B71 kann yvirliva uppá, tí eingin annar trýr upp á teir í løtuni.

EB/Streymur hevur styrkina
Samstundis sum tað tykist rættiliga greitt, hvønn veg tað ber hjá B71, er tað heldur truplari at meta um, hvussu langt tað fer at røkka hjá teimum. Tað tykist eisini vera trupult at meta um styrkina hjá lið­inum. Í gjár løgdu teir út sum eitt óløgi. Trýstu øgiligt og skaptu eina rúgvu av kjansum. Úrslitið var eitt mál. EB/Streymur gjørdi eisini mis­takið, sum førdi til, at B71 slapp inn í aftur dystin. Felagsliðið og favorittarnir mistu í uppspælinum og gjørdu so fríspark, sum sandoy­ingar so skora uppá.
Eftir hetta missa sundalagsmenn fótafesti og spældu avgjørt ikki sum eitt lið, sum ætlar sær fremsta sessin – ella medaljur fyri tann saks skuld. Hinvegin vísa teir júst neyð­ugu styrkina og góðskuna, sum eitt satt oddalið hevur. Tá liðið einki hevði víst í stóran part av dystinum, og flest øll roknaðu við stigabýti, hev­ur liðið einstaklingarnar, sum kunnu koppa øllum. Hesaferð var tað Hans Pauli Samuelsen við bein­leiðis frísparki.
Sum tað sær út í løtuni, gera sunda­menn sítt. Men teir skulu hava hjálp frá øðrum, fyri at røkka sínum máli. Tað skulu sandoyingar sann­iliga eisini.