Ballið er útsett

Keflavík misti á stokkinum í Hafnafirði, og harvið verður tað ikki avgjørt fyrrenn næsta leygardag, hvør skal vinna íslendska meistaraheitið í fótbólti

Fótbóltur

 

Tað eydnaðist ikki Símuni Samuelsen og liðfeløgum hansara at tryggja sær meistaraheitið í gjár

Keflavík vitjaði í gjárkvøldið hjáð FH á Hafnafirði. Eftir at 1. hálvleikur endaði málleysur, var sannur málrómur í 2. hálvleiki. FH vann 3-2.

Eina løtu var FH frammanfyri 2-0, men tá ið eitt korter var eftir, skoraði Keflavík tvey mál eftir lítlari løtu, og so bendi alt á, at Símun og liðfelagarnir skuldu vinna meistaraheitið longu í gjár

Men í evstu løtu skoraði heimaliðið, sum harvið vann 3-2, og tískil varð einki meistaraball í Keflavík í gjárkvøldið.

Keflavík hevur 46 stig, og FH hevur 41 stig.

Keflavík skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti Fram. FH hevur tveir dystir eftir at spæla. Mikukvøldið skulu teir spæla útsettan heimadyst ímóti Breiðablik, og leygardagin skal FH spæla á útivølli ímóti Fylkir.

Um Símun Samuelsen og teir í Keflavík ikki skal vinna meistaraskapin, so er treytin, at FH vinnur sínar báðar dystir, og at Fram fær fulla úrtøku í Keflavík leygardagin.

Símun Samuelsen var á liðnum hjá Keflavík allar 90 minuttirnar.