Tá ið Ulrik Balling í 2002 eitt skifti var í NSÍ álopinum, var tað eyðsýnt, at hann var góður fótbóltsspælari, og at máltevinum einki bilti. Frammanundan ferðini til Føroya og Runavíkar hevði Balling m. a. spælt í Vejle. Men hann var ikki nøgdur við korini, sum hann varð bjóðaður at spæla undir í Nørreskóginum, og tískil leitaði hann eftir øðrum avbjóðingum, tá ið hann, eftir sigur í steypafinaluni og silvurkrónur í landskappingini saman við NSÍ, fór aftur til Danmarkar.
Á danska fótbóltsmarknaðinum hava feløgini seinnu árini heldur enn spælararnir havt fatur á langa endanum. Pengarnir eru ikki so stórir, sum teir onkuntíð hava verið, og harvið hevur tað verið og er tað torført hjá mongum spælarum at tryggja sær góðar inntøkur.
Hvussu tað hevur verið við hesum hjá Ulrik Balling, sigur søgan einki um. Men tað er ein veruleiki, at Ulrik Balling síðani eina ferð í fjør aftur hevur spælt í Vejle, og nú er tað greitt, at har verður hann í hvussu so er fram til 30. juni í 2007. Og álopsspælarin sigur seg fegnast um henda veruleikan:
- Eg eri fegin um at fáa møguleikan at halda fram í Vejle. Tað er nærum ikki vika, at tað ikki verður farið undir okkurt nýtt tiltak í Vejle. Eg kenni meg væl, og stuðulin frá felagnum og viðhaldsfólkunum er dyggur, sigur Ulrik Balling.
Balling umboðaði fyrstu ferð Vejle 1. august í 1999, tá ið teir spældu ímóti Brøndby. Samlaða dystartalið hjá Ulrik Balling í Vejle er 94, og hann hevur higartil skorað 32 mál fyri felagið.