Ballkani hevur eina lítla favorittstøðu móti KÍ

Dysturin millum Ballkani og KÍ byrjar í kvøld klokkan 19

Í kvøld klokkan 19 spælir KÍ fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. Dysturin er á útivølli í Kosovo móti Ballkani.

 

Returdysturin verður leiktur á Tórsvølli hóskvøldið 11. august klokkan 19. 

 

Meðan Viborg vóru risafavorittar at vinna á B36, so er ikki talan um somu støðu hjá Ballkani, ið tekur móti KÍ í kvøld.

 

17 altjóða veddingarfyritøkur, ið geva odds upp á dystin millum Ballkani og KÍ hava bert eina lítla favorittstøðu til Ballkani.

 

Oddsini uppá heimasigur til Ballkani liggja millum 1,95 og 2,04. Oddsini uppá útisigur til KÍ liggja millum 3,40 og 3,92.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,15 og 3,40.

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##