Balotelli fer ongan veg

Umboðsmaðurin hjá Mario Balotelli slær fast, at Mario Balotelli verður verandi í Liverpool, tá flytingarvindeygað letur upp aftur

Liverpool keypti í summar italska áleyparan, Mario Balotelli sum avloysara fyri Luis Suarez, ið Liverpool seldi til Barcelona.

 

Men Mario Balotelli hevur havt tað torført við at liva upp til vónirnar í Liverpool. Tí eru tað fleiri, ið hava gitt, at Mario Balotelli kann vera á veg til italskan fótbólt aftur, tá flytingarvindeygað í januar aftur letur upp, har serliga Inter Milan hevur ljóðað til at havt áhuga.

 

Men sambært umboðsmanninum hjá Mario Balotelli, Mino Raiola, so fer Balotelli ongan veg í januar.

 

-       Balotelli fer ikki aftur til Serie A í januar. Tað er ómøguligt, tí eg ynski ikki at hann fer nakran veg.

 

24 ára gamli Mario Balotelli, eigur enn til góðar at skora eitt mál í Premier League fyri Liverpool. Tí kann spurningurin eisini vera, hvussu langt tol, Liverpool hevur við italska álopsleikaranum.