Bang & Olufsen í kreppu

Danska Bang & Olufsen er í djúpari kreppu, og felagið hevur tørv á 400 milliónum krónum, sigur felagið.

Tað er koronakreppan, ið hevur við sær álvarsamu støðuna, ið hevur fingið leiðsluna í felagnum at kalla inn til eykaaðalfund í einari roynd at fáa góðkenning at skriva út fleiri partaprøv, soleiðis at peningurin kann fáast til vega.

Leiðslan í felagnum hevur boðað frá, at samstundis sum leitað verður eftir nýggjum peningini, er leiðslan eisini gingin við til ein lønarniðurskurð á 20 prosent.

Felagið sigldi longu í tungum sjógvi undan koronakreppuna, men felagið var farið undir nýggja strategi, tá koronakreppan rakti.

– Covid-19 rakar okkum í verstu tíðini, tí vit høvdu júst sett í verk okkara nýggju strategiplan, og vit sóu ávirkanina av teimum initiativunum, sum vit hava framt seinastu seks mánaðirnar fyri at betra um okkara fíggjarligu avrik. Hendan jaliga menningin er steðgað av hesari óvanligu støðuni, og tí hava vit tørv á meira kapitali fyri at styrkja um kapitalgrundarlagið, sigur Ole Andersen, nevndarformaður í Bang & Olufsen.