Bankafrágreiðingin er ivasom

Tað er løgið, at Grønborgnevndin ikki heldur tað vera neyðugt at avhoyra tveir ráðharrar í Schlüterstjórnini, sigur Lise Lyck, sum sáðar iva um virðið av bankakanningini og frágreiðingini, sum verður almannakunngjørd í dag

Longu áðrenn bankafrágreiðingin alment hevur sæð dagsins ljós, verður ivi sáddur um, hvørt nøkur sum helst nytta er í øllum hesum stásinum, borðreitt verður við .

Tað er Føroyaserfrøðingurin Lise Lyck, sum sigur við danska blaðið Berlingske Tidende í dag, at tað tykist løgið, at tveir ráðharrar hjá Poul Schlüter, fyrrverandi forsætisráðharra, als ikki eru avhoyrdir.

Lise Lyck undrast á, hví hvørki Anne Birgitte Lundholt úr Koservativa Fólkaflokkinum, sum var ídnaðarráðharri, ella Anders Fogh Rasmussen, úr Vinstraflokkinum, sum var skatta- og búskaparráðharri, als ikki hava verið avhoyrd.

Sum ídnaðarmálaráðharri, hevði Anne Birgitte Lundholt endaligu ábyrgdina av Fíggjareftirlitinum, sum er ein rættiliga stórur partur í hesum málinum.

Eisini onnur viðurskifti tykjast vera, sum gingið er heldur lættliga um í samband við avhoyringarnar í bankakanningini.

Sambært Berlingske Tidende hevur ein ónevndur politikkari sagt fyri blaðnum, at tað var spurt ógvuliga lítið um, hvørjar ætlanir Den Danske Bank hevði við dótturfelagnum Føroya Banka.

Ein annar politikkari, sum blaðið hevur tosað við, upplivdi avhoyringarnar sum »hugnaligar«.

Lise Lyck er í iva um góðskuna í kanningini.

»Tað er sera umráðandi, at kanningin umfatar øll, sum hava havt ein umsitingarligan ella politiskan lut í sakini. Ella kann tað ganga út yvir góðskuna. Tað er tíverri okkurt, sum bendir á, at vit fáa eina kanning fyri og aðra eftir, tí einki verður gjørt ordiligt frá byrjan,« sigur Lise Lyck við Berlingske Tidende.

Hon heldur, at líkamikið hvønn lut, hesir báðir ráðharrarnir hava havt, og líkamikið, hvønn týdning fundurin hin 5. oktober 1992 hevði, er tað avgerandi at fáa lýst alt, sum farið er fram í málinum.

Frágreiðingin eigur at vera soleiðis, at til ber at seta ymsu tættirnar upp móti hvørjum øðrum, sigur Lise Lyck.