Bankamálið fyri í Eystara Landsrætti

Hóast bankamálið millum donsku stjórnina og Landsstýrið er av, so er tað ikki avgreitt í Danmark. Týsdagin var rættarfundur í Eystrar Landsrætti, har avgjørt var, at dómarin 16. desember í ár ger úrskurð um, hvørt Grønborg - frágreiðingin bind 1 - 3 skal verða grundarlag undir rættarmálinum. Tað góðtekur Den Danske Bank ikki, og so er spurninguri um málið skal ganga umaftur í rættinum

Dagny Joensen


Tá Mogens Lykketoft var í Føroyum í mai mánað í ár, segði hann at danska stjórnin helst vildi hava samráðingarloysn við Den Danske Bank í bankamálinum, fyri at sleppa udan at fara í rættin við málinum.

Síðani tá hevur einki samband verið millum partarnar. Stjórnin hevur ikki sent Danske Bank nakað semingsuppskot, sambært grein í Berlingske Tidende í fyrradagin.

Tá danska stjórnin og Landsstýrið 10. juni í ár skrivaðu undir avtaluna millum londini bæði, gjørdu partarnir samstundis enda á bankaósemjuni.

Týsdagin var fundur í Eystara Landsrætti, har málið millum Den Danske Bank og donsku stjórnina varð á skránni.


Danske bank góðtekur ikki frágreiðingina

Aftaná fleiri tímar langan rættarfund, m.a. um, hvørt Grønborg-frágreiðingin skuldi nýtast sum grundarlag í møguligum rættarmáli, staðfesti dómarin, at ein rættarúrskurður 13. desember í ár, skal gera av, hvørt bind 1-3 í frágreiðingini skal nýtast ella ikki.

Den Danske Bank góðtekur ikki, at frágreiðingin verður brúkt sum grundarlag undir rættarmálinum.

Tá avtalan varð undirskrivað millum Landsstýrið og donsku stjórnina, og føroyingar fingu endurgjald fyri bankamálið, varð avgjørt, at danski staturin gjørdi seravtalu við Fíggingargrunnin, sum eigur bankan.


Drúgvt hjá stjórnini at bíða eftir endurgjaldi

Danska stjórnin skuldi føra sakarmálið víðari móti Den Danske Bank fyri Fíggingargrunnin.Møguligt endurgjald, sum bankin varð dømdur at gjalda grunninum, skal fella til statin, sum partur av afturgjaldi sambært avtaluna.

Gongur dómsúrskurðurin 16. desember Den Danske Bank á møti, skal alt málið takast upp aftur av nýggjum.

Fleiri ár kunnu ganga, áðrenn avgerð verður tikinum, hvørt Den Danske Bank skal gjalda sín part av teimum 1,5 mia. krónunum, sum danska stjórnin rindaði føroyingum í endurgjaldi fyri partabrævaumbýtið.

Erik Sevaldsen, varastjóri og løgfrøðiligur stjóri í den Danske Bank, váttar, at bankin ikki hevur fingið nakað semingsuppskot frá donsku stjórnini, men vil annars ikki gera viðmerkingar til málið.


Vorðið eitt prinsipmál

Á rættarfundinum mánadagin skuldsetti Henrik Christrup, advokatur hjá Den Danske Bank, stjórnina fyri at virka í stríð við mannarættindini og á løgfrøðiliga óforsvarligum grundarlag í bankamálinum. Hann kravdi at Grønborg-frágreiðingin varð skúgvað til viks í rættarmálinum.

Hervið er fyrsta umfar av sakarmálinum vorðið til eitt prinsipmál um, hvørt tað er rætt at danska stjórnin setir kanningarnevndir.

Advokaturin hjá stjórnini, M. Gregers Larsen, kamaradvokatur, ávaraði rættin og segði, at um Grønborg-frágreiðingin ikki varð nýtt sum grundarlag, fór tað at fáa so týðandi avleiðingar, at neyvan yvirlit fekst yvir tað.

Sambært Den danske Bank verður bankamálið undir øllum umstøðum eitt maratonmál.

­ Her er talan um eitt prinsipmál. Vit fara helst at biða um at fáa øll skjøl løgd fram, og tá verður eingin sparing í at nýta frágreiðingia kortini, segði Henrik Christrup.

Kamaradvokaturin segði, at Den Danske Bank fór at fáa møguleika at avhoyra vitnir í rættinum, og eisini fara allir partar at fáa møguleika at seta mótspurningar. Samstundis vil danska stjórnin leggja øll skjøl fram, sum hon hevur atgongd til.


Krøvini eftirlíkað

Hervið eru krøvini eftirlíkað í mannarættindarsáttmálanum um loyvi til at seta spurningar og leggja fram prógv áðrenn dómur fellur.

16. desember fellur avgerðin um Grønbeorg Frágreiðingin skal ver apartur í málinum.

Aftaná skal umfatandi málevnisumrøða skrivast.

Erik Severinsen, Den Danske Bank sigur, at teir vænta at málið tekur drúgva tíð áðrenn málið kemur í rættin, og at gitt verður at hetta verður ógvuliga umfatandi mál.