Týsdagin kom fram, at bæði Konservativu og Radikalu, sum higartil hava stuðlað donsku stjórnina í sambandi við bankakanningina, nú hava tikið sín stuðul aftur.
Tað hendi eftir at tað kom fram, at Michael Lunn, skrivstovustjóri og Torsten Hesselbjerg, deildarleiðari, báðir í løgmálaráðnum, longu í 1995 vistu, at formaðurin í kanningarnevndini arbeiddi fyri fyri Den Danske Bank.
Hetta kom fram dagin fyri at samráð skuldi vera í Fólkatinginum í gjár. Michael Lunn, skrivstovustjóri, segði við donsku pressuna, at hann harmaðist um handfaringina av bankamálinum.
Frank Jensen, løgmálaráðharri metti í eins harmiligum vendingum, at undangongumaður hansara Bjørn Westh, eftir vanligari mannagongd, helst hevur verið vitandi um habilitetsspurningin í bankamálinum, men at hann kortini ikki ætlar sær at gera stórvegis við málið.
Danska blaðið ?Jyllandsposten³ hevur fingið viðmerkingar frá donsku politikararunum um seinastu hendingarnar í hesum máli.
Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum, heldur at málið er álvarsligt, bæði fyri donsku stjórina og ríkisfelagsskapin millum londini bæði.
- Tað er ikki løgið um føroyingar hava mist álitið á bankakanningini. Her hava løgmálaráðharrin og skrivstovustjóri hansara snorksovið í tímanum,s igur Per Stig Møller.
Eisini Bjørn Elmquist, formaður í rættarnevd Fólkatingsins fyri Radikala flokkin, ásannar, at álitið á kanningina er rokið.
- Eg kann kortini ikki siga, hvørt talan er um álvarsligt ósketni frá embætismanna síðu. Tað er, ið hvussu so er, ikki skilagott fráfarið, serliga tá teir í løgmálaráðnum vistu, hvussu eymt málið um bankakanningina var, sigur Bjørn Elmquist.
Higartil hevur habilitetsmálið bert snúð seg um einstakt mál, har advokatvirkið hjá kanningarstjóranum spældi dupulan leiklut, men nú er komið fram, at talan er um heili 14 ymisk mál, har spurnartekin kann setast við habilitetin hjá Jørgen Grønborg, kanningarstjóra.