1. oktober 1992: Kreppa er í Sjóvinnubankanum, sum ger, at landsstýrið lænir fyrstu pengarnar til bankabjargingarnar. Samstundis metir eitt upprit frá embætismonnum í loyniliga Føroya-Bólkinum, at bankunum fer at tørva 1,5 mia krónur. Uppritið sigur eisini, at Den Danske Bank sum høvuðspartaeigari í Føroya Banka helst fer at halda, at tað ikki er rættvíst, at hann skal kappast við ein banka - stuðalur av ríkinum.
4. oktober 1992: Á einum fundi í Fíggjareftirlitinum sigur Eigil Mølgaard, stjóri, at Den Danske Bank fer at halda sínar skyldur.
November 1993: Føroya Banki eru undir solvenskravinum og far undantaksloyvi frá bankalógini.
31. januar 1993: Poul Nyrup Rasmussen kemur upp í málið. Á einum fundi um støðuna situr hann m. a. við uppritinum frá Føroy-bólkinum, sum síðani skal vísa seg at passa.
8. februar 1993: Den Danske Bank skrivar til forsætismálaráðharran. Bankin vil sleppa sínum skyldum í Føroya Banka. Síðani hevur bankin lættar samráðingar við Føroya-bólkin, sum hevur somu áskoðan um støðuna.
22. februar: Í einum uppriti til Forsætismálaráðið ger Tjóðbankin vart við, at avsetingarnar í Føroya Banka eru ov smáar.
25. februar: Á einum fundi í Forsætismálaráðnum luttaka Den Danske Bank, Tjóðbankin, Fíggjareftirlitið og fleiri ráðharrar. Eingir føroyingar eru við.
9. mars 1993: Fyri fyrstu ferð er tað greitt fyri Maritu Petersen, løgmanni, at hon er í ferð við at taka yvir Føroya Banka.
11. mars 1993: Føroya-bólkurin mælir forsætisráðharranum at seta føroyingum stólin fyri hurðina. Teir fara helst at vísa respekt, um Den Danske Bank lær í borðið, verður sagt. Frá stjóranum, Peter Straarup er greitt, at bankin er til reiðar at gera tað.
12. mars 1993: Føroyar Banki mælir ótryggum kundum til at flyta pengarnar til Den Danske Bank.
15. mars 1993: Fíggjareftirlitið krevur dagligar uppgerðir um likviditetin í Føroya Banka.
17. mars 1993: Marita Petersen, løgmaður og Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri eru í Keypmannahavn fyri at tosa um yvirtøku av Føroya Banka. Den Danske Bank gevur føroyingum ta avgerandi lyfti, at nýggjur kapitalur ikki er neyðugur.
22. mars 1993: Føroyingarnir góðtaka ta ætlan, sum ger landsstýrið til ánara av Føroya Banka.
25. mars 1993: Peter Straarup, bankastjóri, sendir eitt rættingarskriv til referatið frá 17. mars-fundinum. Váttanin frá Den Danske Bank fellur burtur. Føroyingarnir siga, at teir fáa einki at vita.
26. mars 1993: Føroya Banki uppfyllir nú heldur ikki likviditetstreytirnar í bankalógini.
3. apríl 1993: Stjórnarfundur í Føroya Banka. Av referatinum gongur fram, at bankanum tørvar 500.000 krónur í at lúka krøvini í bankalógini um solvenskrøv.
26. mai 1993: Fíggjareftirlitið sigur Føroya-bólkinum, at »man efter aftale« ikki hevur kannað teir føroysku bankarnar.
28. mai 1993: Stórir trupulleikar í bankunum, sum nú landsstýrið eigur. Føroyaingar læna 560 milliónir krónur úr Danmark.
22. juni 1993: Í einum svari til Fólkatingið skrivar Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri: »Efter bankhandelen har der været behov for kapitaltilførsler«
12. oktober 1993: Føroyingar mugu aftur læna pengar til bankarnar. Hesaferð er upphæddin 1,3 milliardir krónur.
24. mai 1995: Undir einum fólkatingsorðaskifti sigur forsætisráðharrin, at hann ongantíð og sæð profetiska uppritið hjá Føroya-bólkinum frá oktober 1992. Hann sigur ikki, at somu upplýsingar hava verið á borðinum undir fundinum í samskipanarnevndini hjá stjórnini. Politiskur meiriluti er fyri eina serfrøðingakanning av bankamálinum.
15. januar 1998: Jørgen Grønborg, advokatur, fer at handa kanningarúrslitið til Løgmálaráðið.