Bankarnir skerja rættin hjá fólki at gjalda kontant

Er hetta taktikkur frá bankunum fyri at forða fólki at brúka reiðan pening, og at noyða øll at brúka gjaldskort, spyr løgtingskvinna

Bankarnir eru við til til at avmarka møguleikarnar hjá fólki at gjalda pengar kontant. Tað hildu fleiri løgtingslimir, nú Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki, at fáa fatur á sínum egnu pengum.

 

Í hesum sambandi vístu løgtingslimir á, at onkur banki tekur 50 krónur í ómaksgjaldi, hvørja ferð, fólk koma í bankan at taka sínar egnu pengar út. Samstundis vístu tinglimir á, at bankarnir alsamt skerja talið á deildum kring landið og sjálvtøkurnar verða tiknar niður allastaðni, so nú eru bara nakrar fáar eftir.

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn staðfestir, at atgongd til kontantar pengar, og rætturin at brúka kontantar pengar, er ómetaliga grundleggjandi, og tann rætturin skal verjast.

 

Hon ger eisini greitt, at tá ið fólk rinda við gjaldskortið, ber til hjá myndugleikunum at fylgja við, hvat fólk brúka hvørt oyra til.

 

Bankarnir taka stór ómaksgjøld fyri tær tænastur, teir veita. Samstundis avtaka teir alsamt fleiri deildir kring landið, umframt at sjálvtøkur verða tiknar niður. Spurningurin er um hetta er ein miðvísur taktikkur frá bankunum fyri at forða fólki at brúka kontantar pengar, spyr Ruth Vang.

 

Hon heldur, at tað ljóðar órímiligt, at fólk skulu rinda 50 krónur í ómaksgjaldi fyri at fáa sínar egnu pengar úr bankanum. Hevði upphæddin verið 10 krónur, hevði hon ikki hildið at tað var órímiligt, legði hon afturat.

 

Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur skilt, at tað kostar 1,5 milliónir um árið at reka eina sjálvtøku, so tá ið hugsað verður um vinningin hjá bankunum, sæst tað ikki aftur. Hann hevur eisini skilt, at fólkagrundarlagið undir hvørjari sjálvtøku skal vera minst 2.000 fólk.

 

Men tá ið tað er so dýrt at hava eina sjálvtøku, hví bankarnir so ikki bara kunnu samstarva um sjálvtøkur fyri at veita fólki eina góða tænastu, spurdi hann.

 

Hann vísir á, at í Klaksvík eru tríggjar sjálvøkur beint við hvørja aðra. Hví kunnu bankarnir ikki samstarva, so at ein var í Klaksvík, og tvær onkra aðrastaðni, har eingin sjálvtøka er nú, spurdi hann.

 

Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at fólk hava atgongd til kontantan pening og hann helt, at Løgtingið skuldi senda bankunum eitt signal um at ansa eftir, hvussu teir bera seg at. Hann heldur, at tað er óneyðugt hjá bankunum at tjena pengar upp á at lata fólk taka sínar egnu pengar úr bankanum. Hevði ómaksgjaldið dekka útreiðslurnar, mátti tað verið gott, heldur hann.

 

Annrs heldur hann, at yvirlitið hjá bankunum yvir ómaksgøldini, er so ringt at finna, og tað er so ringt at lesa, at tað er til at verða í ørviti av.