22. september í 2015 tók Árni Ellefsen við sum stjóri í BankNordik. Í morgun hevur hann sagt seg úr starvi

Bankastjórin: Eingin ósemja millum meg og nevndina

– Eg havi einki útistandandi við tey fólk, sum nú sita í nevndini í BankNordik. Tað sigur bankastjórin, sum í morgun hevur sagt seg úr starvi

 

22. september í 2015 tók Árni Ellefsen við sum stjóri í BankNordik. Í morgun hevur hann sagt seg úr starvi

##med2##

 

Øll leiðslan í BankNordik verður nú nýtt. Fyri góðari viku síðani varð øll nevndin í BankNordik koyrd frá á aðalfundi. Og í dag hevur forstjóri bankans, Árni Ellefsen, sagt seg úr starvi.

Árni Ellefsen hevur verið í bankanum í 11 ár. Fyrstu árin var hann partur av leiðsluni, og tá Janus Petersen varð koyrdur frá sum stjóri í 2015, varð Árni Ellefsen fyrst settur sum fyribilsstjóri, og seinni sum stjóri.

Hetta starvið hevur hann røkt síðani hendan septemberdagin í 2015, tá hann brádliga gjørdist bankastjóri.

Árni Ellefsen hevur 12 mánaðir uppsagnartíð. Men hann væntar ikki at sita í starvinum allar 12 mánaðirnar, men hann situr sum stjóri til nýggjur stjóri er funnin.

Trýstið á pílin omanfyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Árna Ellefsen í tíðindunum á FM1 klokkan 11.

Tíðindasendingarnar á FM1 kunnu hoyrast á midlar.fo

 

22. september í 2015 tók Árni Ellefsen við sum stjóri í BankNordik. Í morgun hevur hann sagt seg úr starvi