Banki til sølu

Sølan av Føroya Banka er blivin eitt heitt evni í føroysku fjølmiðlunum (eitt ár eftir, at málið varð endaliga avgreitt í løgtinginum). Nakrir av tingmonnunum sum fyri einum ári síðani tóku undir við at selja bankan á virðisbrævamarknaðinum, eru eftir øllum at døma farnir at ivast í síni egnu avgerð, og royna tí av øllum alvi at grugga málið.

Helgi Abrahamsen

Nú verður kjakast um, hvør hevur sæð “skriftina á vegginum” í Fíggjarmálaráðnum, hvør lýgur og hvør sigur sannleikan. Men hvat hevur alt hetta við málið at gera? Um tey sum standa fyri søluni hava tosað við ávís feløg ella ikki, er málinum sum so fullkomiliga óviðkomandi, tí framvegis er tað tann sum eigur hægsta boðið, ið sleppur at keypa, og eingin hevur framíhjárætt at ogna sær partabrøvini. Tað er tað, sum hevur týdning.

26 fyri og 1 ímóti
Tá løgtingið fyri einum ári síðani, nærum einmælt samtykti einskiljingarleistin, var lítið kjak í fjølmiðlunum og á tingi. Hetta komst av, at flest øll tingfólk vóru samd um málið, og tað váttar eisini atkvøðugreiðslan, har seks og tjúgu atkvøður vóru fyri og bara ein ímóti.
Løgtingslimir fingu týðiliga at vita, at um bankin skuldi seljast, so vóru fleiri møguleikar at velja ímillum. Ein møguleiki var at selja til ein strategiskan íleggjara, og ein annar møguleiki var at selja bankan á virðisbrævamarknaði. Aðrir møguleikar vóru eisini nevndir.
26 av 27 tingmonnum valdu at selja bankan á virðisbrævamarknaðinum.

Løgnar undanførslur
Nógvar løgnar undanførslur verða nú nýttar, fyri at leggja forðingar fyri ætlaðu søluni av Føroya Banka. Millum annað segði Kári P. Højgaard við Útvarpið í farnu viku, at sølan av Føroya Banka er ein ov stór avgerð at taka í einum valári, og tí átti hon at bíða. Men avgerðin um søluna verður ikki tikin nú. Hon varð tikin fyri einum ári síðani, og tá var ikki valár. Tá mælti ein samd fíggjarnevnd (íroknað Kára P. Højgaard) tinginum til at samtykkja uppskotið.
Andstøðuflokkarnir vísa á, at tað hevur stóran týdning, at Føroya fólk fær mest møguligt fyri bankan. Tað skilji eg væl. Men álvaratos! Hetta eru somu flokkar, sum seinastu 5 árini hava tveitt yvir 2 milliardir burtur í blokkniðurskurði, uttan at spyrja fólkið eftir. Í krónum og oyrum svarar hetta til, at vit fimta hvørt ár høvdu givið ein almennan banka burtur fyri einki. Hví eru hesir nú blivnir so eymir um inntøkurnar hjá landskassanum ?

Hvat er broytt?
Fyri einum ári síðani, tá løgtingið samtykti at selja Føroya Bankan á virðisbrævamarknaðinum, var eingin ivi um, at hetta var ikki tann søluhátturin, sum fór at geva landskassanum tann størsta vinningin. Kortini atkvøddu 26 av 27 tinglimum, sum vóru á tingfundinum henda dagin, fyri at velja tann leistin. Tað sum síðani er broytt, er at vit sambært serfrøðingunum ikki longur kunnu siga við vissu, at søla til strategiskan íleggjara hevði givið meira vinning. Og nú skifta tingmenn meining! Tá skuldi tað heldur verið øvugt. Skuldi nakar verið í iva, so skuldi tað verið í fjør.

Ræður um at halda fast
Í politikki er tað soleiðis, at skulu góð úrslit røkkast, er umráðandi at eitt gott fyrireikingararbeiði verður gjørt, og at støða síðani verður tikin út frá tí. Aftaná ræður um at halda fast við tiknu avgerðina. At koma afturumaftur eitt ár seinni, fyri at sáa iva um sínar egnu avgerðir, er tann vissi vegurin til kaos. – Men kanska er tað júst tað, ið andstøðan ynskir?