Bankin vil hava ungdómin aftur til Føroya

– BankNordik ynskir at fáa føroyingar heim aftur til Føroya.

 

Hesum boðar bankin frá í tíðindaskrivi, og sum liður í hesum arbeiði hava BankNordik og Samvinnan skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu, har BankNordik verður høvuðsstuðul hjá Samvinnuni.

 

Samvinnan, ið er áhugafelagið fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School (CBS), virkar fyri at skapa tættari tilknýti til føroyska vinnulívið.

 

– BankNordik verður sostatt við til at menna hetta samstarvið og verður ein sjónligur partur av føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn, skrivar bankin.

 

Eirikur H. Sanderson, formaður í Samvinnuni, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna, tí hann heldur, at við nýggju grundarlagið hjá felagnum styrkt enn meira, so felagið nú í størri mun kann skipa fyri gagnligum tiltøkum fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn.

 

– Avtalan er eisini við til at styrkja sambandið millum føroysku vinnuna og tey lesandi á CBS, sum er eitt av kjarnumálunum hjá Samvinnuni, sigur hann.

 

Í BankNordik eru tey fegin um nýggja samstarvið.

 

– Føroysk lesandi hava sera stóran týdning fyri føroysku vinnuna og føroyska samfelagið. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini og tilknýtinum millum lesandi á CBS og føroyska vinnulívið. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum lesandi á CBS enn betri umstøður til at skipa fyri upplýsandi tiltøkum um føroyska vinnulívið, sum vónandi kann virka fyri, at tey koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.

 

– Henda avtala er sostatt partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn og at fáa ungar útisetar at velja Føroyar, skrivar BankNordik.