BankNordik fingið nýggjan stjóra

Nýggi stjórin hevur drúgvar royndir í bankanum

Turið F. Arge og Heini Thomsen

Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur kortini fram sum forstjóri, væntandi til  ársroknskapurin fyri í ár er kunngjørdur. Hetta boðar bankin frá í tíðindaskrivi beint nú.

 

Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag kunngerð bankin so, at nýggja stjórnin verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.

 

Fyri at tryggja, at holl vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur Árni Ellefsen nevniliga fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur við sum forstjóri.

 

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er cand.merc.aud., hevur eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.

 

Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

 

Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.

 

Turið F. Arge og Heini Thomsen