BankNordik keypir helmingin av Lív

Føroya Landsstýri hevur boðað BankNordik frá, at bankin hevði besta boðið upp á helmingin av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging, ið vórðu sett til sølu í januar í ár. Ognarfelagið Lív fær hin helmingin av Lív. Tað hevur leingi verið alment kent, at Føroya Lívstrygging ? Lív ? er til sølu.

- Sum ein stórur leikari á føroyska peningamarknaðinum var tað natúrligt fyri BankNordik at bjóða seg fram sum keypara av størsta føroyska veitaranum av pensjónum og lívstryggingum. Keypið er nú veruleiki, eftir at BankNordik júst hevur gjørt avtalu við Føroya Landsstýri um at yvirtaka 50 prosent av partabrøvunum í felagnum. Lív hevur 18.000 kundar og umleið 3 milliardir krónur standandi í inngoldnum pensjónum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Við keypinum er útboðið av fíggjarligum veitingum frá BankNordik av álvara styrkt. Bankin kann nú bjóða kundum sínum eina samlaða loysn av øllum veitingum innan bankavirksemi, skaðatrygging, pensjón og lívstrygging.

- Sum ein fíggjarliga sterkur peningastovnur hava vit møguleika at gera eitt slíkt keyp, nú høvi var til staðar. Við at yvirtaka helminginum av Lív tryggja vit okkara kundum eitt breitt úrval av pensjónstænastum, og samstundis fáa vit við keypinum fleiri nýggjar kundar í samtakið, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.