Tá P/F KRK-Holding, sum Kaj Leo Johannesen átti saman við Kára Danielsen og Róa Egholm, fór á húsagang 1. mars fjør, var tað við sera stórum tapi.
Sanbært uppgerð, sum Páll Nielsen, advokatur, gjørdi, var ognin góðar 65.000 krónur, meðan fráboðaðu krøvini vóru góðar 21 milliónir krónur.
Felagið átti tvey hús í R. C. Effersøsgøtu í Havn, sum eru tinglisin sum ogn hjá BankNordik, sambært upplýsingum frá Umhvørvisstovuni, tann 14. juni 2010.
Í brævi, sum bústjórin Páll Nielsen hevur sent Taks 25. mars í 2010, mælir hann til, at húsini verða seld fyri hægsta boð, sum er ávikavist 3,5 milliónir krónur og 4,5 milliónir krónur – ella tilsamans átta milliónir krónur.
– Sum nú er, so er tinglýsti veðrætturin í hvørjum av hesum ognunum 20 milliónir krónur og skuldin, sum liggur aftan fyri hendan veðrætt er væl oman fyri givnu boðini, sigur Páll Nielsen í brævinum.
7. mars í fjør sendir Páll Nielsen uppgerðina, sum nevnd er omanfyri, til Taks.
– Eg viðhefti uppgerð yvir ogn og skuld og skal samstundis upplýsa, at felagið ikki eigur ognir, sum kunnu dekka víðari viðgerð av málinum, og tí verður felagið nú strikað sambært grein 143 í konkurslógini. Sostattt verður neyðugt hjá tykkum at avskriva áogn tykkara sum tap upp á skuldarar, sigur Páll Nielsen, advokatur.
Sambært telduposti til Taks frá Páll Nielsen, advokati, dagfestur 21. januar 2010, sigur hann seg hava tosað við BankNordik um veðrættin, sum BankNordik hevur í húsunum hjá KRK-Holding upp á 20.000.000 krónur.
– Skuldin aftan fyri henda veðrætt er umleið 21.000.000 krónur, og eftir samrøðu mína við bankan eru vit samdir um, at í fríari sølu eru ikki útlit til, at bankin fær dekkað sín veðrætt, og tí tekur bankin undir við, at undirritaði sum avtøkustjóri heiti á Føroya Fútarætt um at lýsa ognirnar á almennari uppboðssølu.
Hægsta boð upp á ognirnar var, sambært brævi frá Páll Nielsen til Taks, 8.000.000 krónur, og bankin hevur keypt húsini. Soleiðis hevur bankin minkað um tapið við at keypa ognirnar. Restina – góðar 13 milliónir krónur – má bankin avskriva sum tap.
Farex ongar pengar
Dóttirfelagið hjá P/F KRK-Holding, P/F Farex, fór undir trotabúarviðgerð í oktober í 2008, og varð felagið endaliga likviderað tann 5. mai í 2009.
Eins og við móðurfelagnum, so var heldur einki at heinta hjá kravánarum í hesum felag. Í brævi til Taks skrivar Djóni Thomasen, advokatur, soleiðis:
– Tá eingin kreditorur hevur verið sinnaður at seta trygd fyri, at búgvið verður tikið undir konkursviðgerð, havi eg boðað skiftirættinum frá, at búgvið kann verða endað uttan víðari.
Soleiðis er hetta felag eisini tikið av sambært somu grein 143 í konkurslógini, sum snýr seg um feløg, sum eru so illa fyri, at pengar ikki eru til at gera búgvið upp. Felagið er tí tikið av, uttan at búroknskapur er gjørdur, og tí veit eingin myndugleiki, hvussu nógv felagið skyldaði. Skiftirætturin hevur bara staðfest, at als eingir pengar eru til nakað sum helst, og tí verður felagið bara strikað.
Sambært seinasta ársroknskapi, sum er fyri 2007, og sum er sendur Skráseting Føroya tann 9. oktober í 2008, hevði felagið eitt hall upp á 10 milliónir krónur. Eginpeningur felagsins – sum er munurin millum ogn og skuld – var minus fýra milliónir krónur. Tað er góðar 11 milliónir minni, enn árið fyri.
Hvussu stórt tap møgulig flutningsfeløg og fiskaframleiðarar í Føroyum kunnu hava havt – um teir hava havt tap, sæst ikki í teimum skjølum, sum Sosialurin hevur fingið frá Taks. Men tann skuld, sum var í felagnum, tá tað fór undir trotabúarviðgerð, er ikki goldin.
Hall upp á 25 milliónir
Atknýtta felagið P/F Trans-Farex Invest, sum P/F KRK-Holding átti saman við Transpesca S. A. í Spania, varð strikað í Skiftirættinum 4. oktober í 2010. Her vóru heldur eingir pengar hjá møguligum kreditorum at heinta, og felagið var eisini tikið av sambært grein 143 í konkurslógini. Seinasti almenni roknskapur fyri hetta felagið, sum varð latin Skráseting Føroya var fyri 2008, vísti hann eitt hall upp á 25 milliónir krónur.
Tann partapeningur, sum P/F KRK-Holding hevði í hesum felag, var allur mistur.
Krøv oman fyri tvær milliónir
Dóttirfelagið P/F Kaldbaks Seafood fór somuleiðis undir trotabúarviðgerð í 2010. Í brævi til Taks greiðir Páll Nielsen, advokatur, sum er bústjóri í felagnum, frá um viðurskiftini hjá felagnum:
– Eg skal við hesum boða frá, at tær ognir, sum felagið eigur, eru innistandandi á konto í BankNordik kr. 2.804,85, sum eru veðsettar til bankan umframt 290 stk. partabrøv í P/F Atlantic Petroleum, sum eisini eru veðsett til bankan.
– Hetta merkir, at felagið ikki hevur ognir, sum kunnu dekka eina veruliga búsviðgerð, og tí fari eg á skiftirættarfundi, sum verður hildin á Dómaraskivstovuni 21. april 2010 at mæla skiftirættinum til, at felagið verður strikað sambært grein 143 í konkurslógini, skrivar Páll Nielsen.
Hetta merkir, at heldur ikki í hesum felag er búroknskapur gjørdur, og heldur ikki í hesum felag eru pengar at býta til kravánarar.
Samlaðu fráboðaðu krøvini hjá hesum felag vóru 2.202.894 krónur.
– Eg kann tí longu nú staðfesta, at neyðugt verður hjá tykkum (Taks, red.) at avskriva krav tykkara, sum tap upp á skuldarar, sigur Páll Nielsen í brævinum til Taks, sum er dagfest 7. apríl 2010.
Tann 4. oktober í 2010 boðar Sorinskrivarin í Føroyum Taks frá, at búgvið hjá P/F Kaldbaks Seafood er endað tann 13. september 2010 sambært grein 143 í konkurslógini – sum aftur merkir, at eingin búroknaskapur er gjørdur, og at eingir pengar hava verið at býtt til møguligar kravánarar.
Taks avskrivað 300.000 kr
Taks hevur avskrivað slakar 300.000 krónur í mvg og partafelagsskatti hjá SP/F Sisero, P/F KRK-Holding og P/F Farex tilsamans. Hetta er tað tapið, sum løgmaður fleiri ferðir hevur afturvíst, at Taks hevur havt.
Viðvíkjandi tapinum hjá Taks upp á 200.000 kr í SP/F Sisero, so er tað talið úr búroknskapinum, sum er góðkendur í rættinum. Restin er út frá metingum, sigur Taks.
Hvussu hetta so verður vent og snarað, so hevur Taks mist hesar pengar upp á virksemið hjá feløgum, sum Kaj Leo Johannesen hevur varðað av, hóast hetta eru lítil tøl í mun til tað, sum BankNordik – sum landið eigur triðingin av – hevur mist.