BankNordik og Trygd stuðla Bragdinum

BankNordik og Trygd hava gjørt tvey ára stuðulsavtalu við Bragdið BankNordik og Trygd hava gjørt eina tvey ára stuðulsavtalu við Bragdið. Avtalan hevur við sær, at BankNordik samtakið verður høvuðstuðul hjá felagnum í 2011 og 2012.

?Vit fegnast um avtaluna og at kunna vera við at styrkja tað arbeiðið, sum felagið ger fyri frælsa ítrótt,? sigur Tór Verland Johansen, marknaðarleiðari hjá BankNordik. Bragdið er eitt vælvirkandi felag, sum umboðar frælsa ítrótt. Felagið hevur umleið 300 limir, og limatalið er støðugt vaksandi.

Felagið hevur við árunum fostrað nógv talent. Tey flestu kenna Bjørk Herup Olsen, sum hevur verið FM vinnari í fleiri ár og eisini hevur gjørt seg galdandi uttanfyri landoddarnar. Fleiri evnarík ung fólk eru í felagnum, eitt nú Rúni Seloy, sum hevur fingið góð úrslit bæði í Føroyum og uttanlands.

?Vit í Bragdinum eru sera glað um at fáa eina tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik og TRYGD. Við aftaluni kunnu vit leggja raksturin í eina trygga legu, og samstarvið stuðlar undir, at fræls ítrótt fær enn betri festi í Føroyum,? sigur Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum.