BankNordik-savnið keyp málningar av Frits Johannesen

Stutt áðrenn Frits Johannesen, fjøllistamaður í Fuglafirði, andaðist í desember, keypti BankNordik-savnið listaverk hansara

 

Tíðindi frá BankNordik-savninum:

Í juni 2020 var gjørd fimm ára avtala millum Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið og P/F BankNordik um stuðul til at keypa føroyska samtíðarlist. P/F BankNordik letur í avtalutíðarskeiðinum 2020-2024 BankNordik-savninum eina árliga stuðulsjáttan á kr 150.000. 

Í oktober 2023 keypti BankNordik-savnið eftir hesum leisti tvey listaverk eftir listamannin Frits Johannesen úr Fuglafirði. Listaverkini hava heitið Talgildir næmingar saman við eini krokodillu. Støddin er 100 – 40 cm.

 

Frits Johannesen var fjølistamaður, sum bæði fekst við myndlist, tónlist og aðra list. Han var føddur í 1944, og nú hann andaðist í desember 2023, var hann 79 ára gamal. 

Hann var útbúgvin lærari, ið var hansara lívsstarv, og tað røktaði hann í 41 ár. Men fyri Frits Johannesen var myndlistin annað lívsstarv hansara. Í bókini  Frits, sum Sprotin gav út í 2019, greiðir hann frá, hvussu hann longu sum smádrongur dámdi at tekna og mála, og soleiðis hevur hugsavnað seg um hesa skapandi listagrein alt lívið. 

Frits Johannesen hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðani í 1969 bæði í Føroyum og í fleiri Norðurlondum. Hann hevur listprýtt fleiri staðni kring Føroyar sum til dømis Mentanarhúsið í Fuglafirði, Træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, Træskurð til Hvalvíkar skúla. Myndirnar hjá Fritsi Johannesen eru rótgrónar í føroyskari søgu, frumsøgn og mentan.

Hann málaði lívsjáttandi, litfagrar myndir, sum var eitt av eyðkennum hansara. Litirnir í myndunum eru klárir og sterkir, og tilsamans skapa teir eina heild, ið stuðlar undir myndevnið. Myndevnini vóru fleiri, og nøkur teirra málaði hann aftur og aftur sum til dømis Skúlanæmingar í ymiskum høpi, Húsaskjøldrar, Tónleikarar við sínum ljóðføri. Myndevnini hava tað til felags, at tey stava úr minninum og eru tær upplivanir, honum hevur verið fyri í lívinum, og síðan verða umskapað til poetiskar, glaðlyntar myndir.

Myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, eru frá 2023, og heitið Talgildir næmingar við eini krokodillu bendir á modernaða list, og eru tær tíðarbærar í nútíðarsamfelagi okkara. Tær lýsa skúlanæmingar, sum sita framman fyri eini teldu saman við eini krokodillu. Myndevnið er álvarsamt – teldan er komin inn á skúlarnar, og hevdbundnar gamlar reglur eru broyttar. Men við at geva krokodilluni ein leiklut í myndini saman við næmingunum, verður broddurin tikin burtur av talgilda veruleikanum, og gleði, skemt og framtíðarvónir verða ein samantvinnað eind  - listamanninum líkt. 

Í 1998 fekk Frits Johannesen Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik og í 2017 Heiðursgávu Landsins, sigur BankNordik-savnið í tíðindaskrivi. 

 

------

Myndatekstur:

Frits Johannesen 1944-2023

Talgildir næmingar saman við einu krokudillu