BankNordik selur íslendska tryggingarfelagið Vørð

BankNordik hevur gjørt treytaða søluavtalu við Arion Banka um sølu av 51% av partabrøvunum í tryggingarfelagnum Vørði.

BankNordik hevur gjørt eina treytaða søluavtalu við íslendska Arion Banka um sølu av 51% av partabrøvunum í tryggingarfelagnum Vørði, sum er íslendska dótturfelagið hjá BankNordik.

 

Arion Banki og BankNordik eru harumframt komnir ásamt um eina put- og calloptión viðvíkjandi írestandi partabrøvunum í Vørði, ið gevur BankNordik rætt til at selja Arion Banka írestandi partabrøvini í 2017. Keypsprísurin fyri 100% av partabrøvunum í Vørði er avtalaður at vera EUR 37,3 mió.

 

Sølan av teimum 51% av partabrøvunum í Vørði umframt put- og call-optiónin viðvíkjandi írestandi partabrøvunum eru treytaðar av góðkenning frá viðkomandi íslendskum myndugleikum. Treytað av góðkenning frá myndugleikunum væntar BankNordik, at sølan av bæði teimum 51% og írestandi partabrøvunum í Vørði fer at fáa roknskaparligt gildi í 4. ársfjórðingi í 2015 ella í 1. ársfjórðingi í 2016.

 

Partabrøvini hjá BankNordik í Vørði eru bókað til DKK 174 mió., og eftir skatt og útreiðslur í sambandi við søluna væntar BankNordik, at sølan av øllum partabrøvunum fer at geva ein vinning á í minsta lagi DKK 60 mió.

 

Sum áður fráboðað ætlar nevndin í BankNordik at gjalda út vinningsbýti fyri eina upphædd, sum svarar til vøksturin í kjarnukapitali bankans, sum stavar frá søluni av Vørði. Hesin vøksturin verður væntandi í minsta lagi DKK 100 mió., tá 100% av partabrøvunum í Vørði eru seld. Av tí at sølan av írestandi partabrøvunum fer fram eftir einari put- og call-optión, ið væntandi ikki verður brúkt fyrr enn í 2017, er tað hugsandi, at samsvarandi vøksturin í kjarnukapitali og útgjaldið av vinningsbýti verður útsett til í 2017. 

 

Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sigur soleiðis um søluna av Vørði: 
"Vørður hevur verið partur av BankNordik-samtakinum síðani 2009, og í 
hesum tíðarskeiði hevur felagið áhaldandi økt sín marknaðarpart og betrað 
lønsemið. Vit selja tískil eitt felag, sum er nógv betur fyri enn í 2009, 
tá vit keyptu tað, og eg eri sannførdur um, at Arion Banki fer at halda 
fram at stuðla jaligu gongdini."