Aðalfundurin í BankNordik samtykti í gjárkvøldi at gjalda 10 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar. Tað svarar til eina krónu fyri hvørt partabræv í bankanum.
Størsti, einstaki eigari er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eigur ein triðing av partabrøvunum. Hinir, stóru eigararnir eru amerikanski Wellington Management Company og danski Lind Invest.
Herfyri legði BankNordik fram roknskapin fyri 2012, ið vísti 121 milliónir krónur í yvirskoti fyri alt samtakið.
Partabrævið í BankNordik varð í gjár selt fyri kurs-107. Tað merkir, at marknaðarvirðið á BankNordik í løtuni er 1,07 milliard krónur.
Til samanberingar varð partabrævið í BankNordik selt fyri kurs-70 á nýggjárinum.
Nevndin í BankNordik fekk somuleiðis stuðul frá aðalfundinum. Klaus Rasmussen og Jens Erik Christensen vórðu báðir afturvaldir, og halda fram sum ávíkavist nevndarformaður og næstformaður í bankanum.
Hini í nevndini eru Nils S. Sørensen, Niels Vestermark, Mette Dahl Christensen og Kenneth M. Samuelsen.