Bann

Fær ein serfrøðingabólkur hjá norska heilsumálaráðnum sín vilja, verður tað bannað at roykja, skráa og snúsa í Noregi frá 2040. Bólkurin er av teirri áskoðan, at myndugleikarnir skulu seta forboð fyri snúsi innan 2017. Síðani skal aldursmarkið fyri at keypa tubbak hækka stigvíst, til tað endaliga bannið so kemur í gildi um 27 ár. Stórtingið fer í hesum mánaðinum at viðgera eitt uppskot, sum millum annað skal banna royking í øllum skúlum, og at kommunurnar skulu gera av, hvør kann selja tubbak.