Bann móti deyðarevsing

Italski forsætisráðharrin, Romano Prodi, sigur, at Italia fer at royna at fáa ST at samtykkja eitt altjóða forboð ímóti deyðarevsing. Nógvir italskir politikarar hava funnist hvassliga at avgerðini hjá iraksku myndugleikunum at heingja Saddam Hussein, og sjálvt fyrrverandi forsætisráðharrin Silvio Berlusconi hevur kallað avrættingina "eitt politiskt og søguligt mistak". 85 lond hava skrivað undir eina óbindandi samtykt ímóti deyðarevsing, men Romano Prodi sigur, at Italia fer at royna at fáa samtyktina at galda sum bindandi forboð.