TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Jákup Mørk, sum hevur verið bæði spælari og nevndarlimur í B36, umframt, at hann hevur verið ítróttarskrivari í mong ár.
Jákup fegnast um, at B36 hevur megnað at endurvinna FM fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Hann heldur avrikið verða serliga framúr, tá hugsað verður um trupuleikarnar B36 hevur havt í álopinum við skaddum framherjum o.ø. trupuleikum. Men mong mál hjá B36 eru komin frá miðvallarum, og enntá eisini frá verjuspælarum. Samstundis hevur eydnast væl at halda tætt afturi í verjuni, og tað ger samlaða avrikið framúr gott hjá B36.
Nú má nøsin setast upp ímóti einum betri avriki í steypakappingini, og vóna, at lutakastið í Champions League undankappingini verður blíðari hjá B36 á sumri í 2016.