Barónurin er nýtt føroyskt borðspæl, sum minnir nógv um enska Monopoly og danska Matador. Men Barónurin er føroyingur, og spælið er tillagað føroysk vidurskifti. Tað eru nú liðin meira enn 100 ár síðan borðspælið Monopoly var spælt fyrstu ferð tá æt tað Landlord´s game.
Monopolyspælið er prentað í meir enn 275 milliónum eintøkum og spælt av meir enn einari milliard fólkum. Í Føroyum kenna vit best ta donsku útgávuna, Matador, sum er lagað til donsk viðurskifti.
Nógvar kendar føroyskar fyritøkur eru við í spælinum, soleiðis at tað kenst heimligt og gerst eisini upplýsandi fyri yngri spælarar. Við at keypa og selja føroyskar fyritøkur, kann barónurin leggjast á einstakar vinnubólkar og soleiðis økja um sítt ræði á føroyskum vinnulívi. Føroyskur politikkur hevur eisini sett sítt fingramerki á spælið, og allir floksformenninir hava fingið sítt andlit á pengaseðlarnar í Baróninum. Tað er eisini fleiri aðrar broytingar í mun til útlendsku spølini - t.d. lendir ein á Gekkinum heldur enn á Parkering, og ein fer í feriu heldur enn í fongsul.
Av tí at fyritøkur eru lýsarar á spælinum, verður tað eisini selt bíligari enn nakað annað borðspæl, sum er komið út í Føroyum fyrr. Vit vóna tí at føroyingar taka væl ímóti hesum nýggja spælinum, sum er vælegnað bæði sum jólagáva og mandlugáva, siga teir báðir handan Barónin, Reimund Langgaard og Sjúrður Hammer