Bara 13 mans eru nú eftir í hópinum

Av tí at Agnar Joensen ikki fekk farið avstað og eingin var úttikin í hansara stað, eru bara 13 spælararnar farnir avstað til útidystin ímóti Sveis

HONDBÓLTUR

 

Hóast tað í gjárkvøldið gekk væl hjá vestmenninginum á strikuni, Agnari Joensen, so verður hann ikki at síggja á vøllinum í Appenzell leygarkvøldið, tá Føroyar spæla seinna dystin ímóti Sveis.

– Orsøkin er ikki flogræðsla, flennur Agnar Joensen, tá vit spyrja hann um orsøkina.

– Nei, eg havi eina stóra uppgávu á arbeiðsplássinum, sum eg standi fyri, og sum má verða liðug. Tí fái eg tíverri ikki farið við liðnum til Sveis.

Tað merkir samstundis, at bara 17 spælarar vóru við í ferðalagnum, sum í morgun fóru av landinum við kós ímóti Sveis, tí landsliðsvenjararnir, Dia Midjord og Kári Nielsen, hava gjørt av ikki at taka nakran út í staðin fyri Agnar.

Undir fyrireikingunum til Sveis-dystirnar taldi bruttohópurin eitt skifti 19 mans, harav fýra vóru málmenn. Men nú er liðið so farið avstað til útidystin í Appenzell við 11 útispælarum og tveimum málmonnum.

Dysturin í Appenzell byrjar leygarkvøldið klokkan 18 og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.