Bara 14 stig aftrat…

Kappingin í Vodafonedeildini sær alsamt meira út til at snúgva seg um annaðhvørt at vinna silvur ella at sleppa undan niðurflyting. Gullstríðið fjarar spakuliga burtur

FÓTBÓLTUR

 

Hóast vit enn ikki eru komin longur enn til hálvan august og landskappingin ikki endar fyrr enn fyrst í oktober, byrjar eitt mynstur av álvara at vísa seg á stigatalvuni. Og tað er eitt mynstur, ið saktans kann gera tað øgiliga spennandi ímóti endanum – og samstundis púra vatndeyvt.

Um byrjað verður í ovara endanum, so røkist lítið fyri, at HB fer at fáa nakra serliga kapping um gullið, tí til tað er leiðslan upp á 10 stig ov stór. Gamaní, onkur kundi sjálvandi mist allan henda fyrimunin, men søguliga er eingin orsøk at halda, at HB fer at gera tað!

Støðan hjá HB er í løtuni tann, at um liðið vinnur fimm dystir aftrat, so er føroyameistaraheitið í skápinum. Fimm sigrar geva 15 stig, og so er HB uppi á 59 stigum, og tað klárar einki av teimum næstu liðunum at fáa. Í veruleikanum hevur HB so góðan málmun, at 14 stig kunnu eisini gera tað, so fýra sigrar og tveir javnleikir røkka eisini á mál.

Við átta umførum eftir, eru samstundis 24 stig eftir at spæla um, og soleiðis sum tað hevur hepnast hjá HB higartil – enntá, tá tað hevur gingið illa – dugir væl eingin at síggja fyri sær, at liðið eitt nú fer at tapa fýra dystir. Og skuldi tað hent, so krevur tað samstundis, at onkur av kappingarneytunum vinnur alt, sum eftir er!

 

Silvur og bronsa

Sostatt er støðan hjá fýra teimum næstu á stigatalvuni tann, at tey í veruleikanum kappast um silvur og europeiskan fótbólt næsta ár. Bronsan kann eisini gera tað, men ætlar tú at vinna bronsuna, noyðist tú helst at sikta eftir silvurinum fyrst, tí tey fýra liðini, ið liggja niðanfyri HB, eru so mikið javnsterk, at har kann alt henda.

Víkingur, NSÍ, B68 og helst eisini EB/Streymur koma sostatt at mynda silvurstríðið, ið kann gerast sera hart. Enntá so hart, at tað slett ikki er óhugsandi, at lið sum bæði AB og ÍF kunnu koma at blanda seg upp í tað, um tey framvegis koma at hava viðgongd, samstundis sum hini beina fyri hvørjumøðrum.

Skal hetta omanfyri nevnda dømið gerast til skammar, so er tað í trimum teimm næstu dystunum, at HB skal snáva, tí tá eru mótstøðuliðini ávikavist EB/Streymur, NSÍ og Víkingur. Men fleiri av teimum hava eisini innanhýsis dystir í næstum, og tá kann tað verða so skjótt, at tey hvørt í sínum lagi fara at leggja so stóra orku í at jagstra órøkkandi gullinum, at tey líka nógv leggja fór fyri hvønnannan, sum at royna eftir HB.

Tí er nógv lættast at hugsa rationelt og síggja tað sum ein størri møguleika, enn at nakað teirra fer at røkka heilt upp á tindin hetta kappingarárið. Eitt gott og hart silvurstríð er heldur ikki at forakta, um einki frægari er. Og í løtuni røkist einki fyri, at nakað frægari er, enn júst tað…

 

Botnurin er botnurin

AB og ÍF, sum »kunnu« sleppa longur upp, eru samstundis heldur ikki fullvís í, at tey ikki skulu ansa sær fyri tí, ið kann koma aftanfyri. AB er hóast alt bara 11 stig frá einum plássi undir strikuni, og ÍF bara átta stig frá at yvirtaka næstniðasta plássið. Tó eru tey í einum so frægum stima í løtuni, at tey í veruleikanum illa kunnu sigast at verða hótt, tí hini trý, sum eru niðan fyri tey, vísa seg at orka øgiliga lítið í løtuni. Hótta tey nakran, er tað mest seg sjálvan!

B36 er enn beint oman fyri strikuna, men líkist samstundis tí veikasta av teimum trimum niðastu, og einki teirra hevur so brúk fyri grundleggjandi broytingum í spæli og avriki, sum júst árstalsfelagið. Har gongur ikki um fliðuna, og á vøllinum hava síðstu mótstøðuliðini ikki havt fyri neyðini at spent seg ordiliga út, so veik og vandaleys hevur mótstøðan verið.

KÍ kann bíta frá sær, sum eisini sást í Runavík í gjár, og tá var talan enntá ikki um sterkastu uppstillingina, um gingið verður út frá styrkinum, felagið hevur fingið í summarsteðginum. Hóast klaksvíkingar alt kappingarárið hava verið í beinleiðis niðurflytingarvanda, hava teir ein potentiellan møguleika fyri at fáa vend í, so teir kunnu tryggja sær eina tilveru í bestu mansdeildini eitt ár aftrat.

Tað allarniðasta liðið, 07 Vestur, er tað einasta av hesum trimum, ið er vert tær 80 krónurnar, tað kostar at síggja dystir í Vodafonedeildini. Vágaliðið dugir og megnar at spæla fótbólt og eisini at skjóta mál, og dysturin í gjár var bara tann fjórði í ár, at 07 Vestur fór málleyst av vølli. Men júst tað nyttar bara so lítið, tá tað framvegis er verjuspælið, ið haltar, tí higartil hevur ligið illa fyri at skorað so mikið av málum, at tey hava verið fleiri enn tey, sum eru farin inn.

Ikki minst hjá hesum trimum niðastu verða tey trý komandi umførini sera avgerandi, og tað verður helst botnstríðið, ið fær flest eygu eftir sær komandi vikurnar. Har er tað bæði spennandi og náðileyst, og tað eru element, ið – uttan at tað skal skiljast sum ónt – tiltala tey, ið leita eftir spennandi og avgerandi fótbóltsdystum at hyggja at.