Vira Shvets er flótti úr Ukraina

Bara dóttir okkara er trygg

– Eingin veit, nær kríggið endar, tí kanst tú ikki seta teg at bíða. Tú noyðist at liva her og nú, sigur Vira Shvets, sum er flýdd undan krígnum í Ukraina til Føroya við dóttur og manni

Vira Shvets er flótti úr Ukraina

Tað sigur Vira Shvets í samrøðu við Sosialin í dag. Hon og føroyska Tóra Oddnyardóttir Sørensen hava knýtt eitt serligt vinalag. Tá Vira Shvets kom til Føroya sum flótti úr Ukraina gjørdist Tóra Oddnyardóttir Sørensen Reyða Kross vinur hennara. Vinalagið hevur hjálpt Viru Shvets at fóta sær í Føroyum, sigur hon í samrøðuni.

Vira Shvets kom til Føroya sum ukrainskt flóttafólk í november 2022.

##med3##

Áðrenn kríggið brast á, hevði Vira Shvets starvast sum orkuverkfrøðingur í 10 ár. Hon og maðurin áttu eina dóttir, sum júst var vorðin 1 ár. Tey høvdu eitt gott lív og høvdu nógvar ætlanir og bjartar dreymar um framtíðina.

##med2##

Maður Viru Shvets starvaðist í Póllandi, ein morgunin ringdi hann og spurdi, um hon og dóttirin høvdu tað gott. Vira Shvets visti ikki, hvat hann meinti við, men so merkti hon, at húsini ristust. Hon skilti ikki, hvat ið tað var sum hendi, men hesar ristingar vístu seg at vera fyrstu rakettálop á ukrainskari jørð.

Lesið samrøðuna í Sosialinum.

 

##med4##

Í blaðnum er eisini samrøða við danska rithøvundan Lisbeth Nebelong, ið sum barn búði í Føroyum og gekk í Nunnuskúla í Havn.

Hon hevur skrivað »Færø Blues« tríbókaverkið, sum gjørdust væl kent í Føroyum. Bøkurnar fara, fyri tað mesta, fram í Føroyum og snúgva seg um føroysk viðurskifti. Nýggja bókin hjá Lisbeth Nebelong, Sonate for sorgfulde hjerter, er sjálvstøðugt framhald av Færø Blues tríbókaverkinum.

Lesið eisini

•  Ummælini av tónleikakappingini Sement – ØLL VÓRU BETRI

•  Um bilar í eykablaðnum Vinnan, sum er í Sosialinum hesaferð

•  Minningarorð um Solveig Brestisson Hansen í Klaksvík, Kára Mikkelsen í Havn, Jóannes Heinesen í Sandavági.

•  Grein um Jan Restorff, sum hevði 25 ára starvsdag sum matstovuleiðari á kendu donsku matstovuni Søllerød Kro

 

• Tíðargrein hjá Bjørn á Heygum, advokati, sum heldur, at øll hava rætt at ganga í haga, tí náttúran er felags.

 

##med5##

– Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo

 

Vira Shvets er flótti úr Ukraina

Vira Shvets og Tóra Oddnyardóttir Sørensen hava eitt serligt vinalag