Bara ein stafðesting

Stjørnan tók sær veruliga av løttum sunnudagin, og sjálvt um Kyndil í seinna hálvleiki slapp nóg so nær, so var ikki talan um veruligan spenning

Hondbóltur

Dysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndil og Stjørnuni á Hálsi sunnudagin var av tí slagnum, sum bara skulu fáast frá hondini. Longu undan dystinum stóð greitt, at Stjørnan fór at enda endaspælið á fremsta sessinum, og tað mundi neyvan vera nakar, sum ímyndaði sær, at Kyndil fór at gera ein vørr júst hesaferð.

Avgreiðslumál
Tað varð eisini skjótt staðfest, at Stjørnan ætlaði sær bæði stigini hendan dagin. Hóast liðið enn ikki hevur fingið ætlaðu tilgongdina av Alinu Olaru, og hóast Annika Ljósstein ikki var við hesaferð, so tóktist liðið als ikki hava nakrar trupulleikar yvirhøvur av mótstøðuni.
Serliga í verjupartinum var avrikið sannførandi fyrstu tíðina, og tá Stjørnan samstundis legði alstóran dent á at seta spælið skjótt ígongd, tá mótstøðan hevði verið í álopi, so gjørdist tað sera tungt hjá Kyndli at umstilla seg.
Á máltalvuni sást hetta eisini skjótt aftur, of fyrstu trý korterini av dystinum tóktist tað bara ganga ein veg. Seinastu longu løtuna setti Stjørnan tó ferðina nakað væl niður. Fleiri leikarar, sum ikki hava havt so nógva spælitíð á besta liðnum fingu møguleikan at royna seg, og eitt nú var eisini rúm fyri at seta Sólvá Wardum ? fyrr Eystberg ? inn á vøllin til hennara fyrsta dyst í tvey ár.
Eina løtu tóktist Kyndil fáa eina vón um, at tær kundu skapa okkurt heilt óvæntað nú seinastu minuttirnar, men hóast tær fingu nøkur mál á rað, og munurin minkaði niður í fýra mál, so kom ongan tíð veruligur spenningur í. Stjørnan fekk eisini sett trumf á seinastu lítllu løtuna, soleiðis at alt endaði við einum sigri, sum í veruleikanum var tryggjari enn tað, sum tølini siga.

Týðandi úrslit aðrastaðni
Hjá Stjørnuni var dysturin nokk ikki stórt meira enn ein staðfesting av, at tær eru liðið, sum hevur staðið seg best í endaspælinum. Í so máta var heldur ikki nakað nýtt fyri Kyndil, men hinvegin er einki at ivast í, at úrslitini aðra staðni í landinum vaktu blandaðar kenslur í báðum legunum.
Hjá Stjørnuni var tað helst gleðiligt at hoyra, at Neistin hevði tikið sær av VB suðuri í Vági, soleiðis at VB hevur trý stig færri enn Stjørnan, tá farast skal undir endaspælið.
Hjá Kyndli var tað hinvegin einki serligt, at Søljan skuldi fáa alt á Skála móti StÍF. Tað viðførir í øllum førum, at Kyndil á aftasta plássi hevur eitt stig færri enn Søljan, tá farið verður undir endaspælið, og tí er tað nú ein púra greið treyt hjá Kyndli, at tær skulu vinna innanhýsis uppgerðirnar móti Søljuni í endaspælinum, um teimum skal eydnast at halda liðnum í bestu kvinnudeildini.

Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 19-25 (6-13)
Málskjúttar
Kyndil: Ann-Mari Wang 6(2), Annnika Thomsen 5(2), Randi Wardum 2, Anita Kjærbo 2, Sólja Jóanesdóttir 1, Anja Heinadóttir 1(1), Jensia Kjærbæk 1, Hildur Mikkelsen 1
Stjørnan: Joan M. Djordjevic 5(3), Katarina Stepanovic 5(1), Bára S. Klakstein 5(1), Anna Kristina Samson 3(1), Una Olsen 2(1), Súsanna Jacobsen 2(1), Sólvá Wardum 2(1), Gunnvør Isaksen 1
Brotskøst: Kyndil 5, Stjørnan 12
Útvísingar: Kyndil 4
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Kundu fyri tað mesta taka sær av løttum.