Longu ígjár lat svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson upp fyri, at nú luttøkan í EM-endaspælinum var í pottinum fór hann at geva fleiri ungum spælarum møguleikan móti Føroyum á Friends Arena leikvøllinum í annaðkvøld klokkan 19.45.
Sambært svenska blaðnum, Aftonbladet verður tað bara miðvallarin, Kristoffer Olsson sum fær afturval frá liðnum sum byrjaði inni móti Rumenia í Bukarest og vann 2-0.
Sambært Aftonbladet byrja hesir 11 inni fyri Svøríki móti Føroyum:
Kristoffer Nordfeldt
--
Riccardo Gagliolo
Pontus Jansson
Filip Helander
Marcus Danielson
--
Ken Sema
Kristoffer Olsson
Mattias Svanberg
Muamer Tankovic
--
Sebastian Andersson
Alexander Isak
Riccardo Gagliolo, Mattias Svanberg och Muamer Tankovic fáa allir debut á svenska A-landsliðnum í morgin.
So tað verður eitt í landsliðshøpi óroynt lið Føroyar møta, men tað verður eitt lið við ógvuliga motiveraðum spælarum, ið skulu vísa landsliðsvenjaranum, Janne Andersson, at hann eigur at hugsa um teir tá hópurin til EM-endaspælið komandi summar skal takast út. Júst tað kann fara at vísa seg at vera alt annað enn ein fyrimunur fyri tað føroyska liðið.
Áleyparin, Alexander Isak skoraði tvey mál móti Føroyum í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli 5. september.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Svøríki og Føroyar á FM1. Fótbóltspanelið við Atla Gregersen verður endursent millum klokkan 18 og 19, og frá klokkan 19 er upptakt til dystin, ið byrjar klokkan 19.45.