Bara eitt harðskapsmál á Jóansøku


 

Løgreglan í Suðuroynni sigur frá eini sera friðarligari stevnu, nú Jóansøkan júst hevur verið. Bara eitt harðskapsmál er uppskrivað. Talan var um ein mann, ið hevði skallað ein annan við kirkjuna á Tvøroyri. Tann álopni breyt eina framtonn. Løgreglan veit enn ikki fyri vist, hvør gerningsmaðurin er.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Jóansøku. Nýggi lasarin máldi ferðina hjá rættiliga nógvum bilum í Trongisvági. Fýra frágreiðingar vórðu skrivaðar. Ein førari koyrdi 101 kilometur um tíman í bygdum øki, og hann kann tí vænta sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum í øllum førum.