Alt bendir á, at tann vánaliga gongdin, sum í fjør tók seg upp viðvíkjandi barnatalinum í syðru helvt í Suðuroynni, fer at halda fram í ár.
Higartil í ár eru nevniliga bara fýra børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni, hóast árið er hálvrunnið.
Hesi seinastu árini eru ímillum 22 og 40 fødd í syðru helvt í Suðuroynni.
Men eisini síðani kreppa og fráflyting fór at taka seg upp nú í níti árinum, hevur talið verið rættiliga støðugt við tað, at nøkur og tjúgu børn eru fødd í syðru helvt í Suðuroynni um árið.
Tað, sum verður roknað upp í syðru helvt eru Sumba, Lopra, Akrar, Vágur, Nes, Porkeri og Hov.
Í hesum bygdunum búgva nú 2.282 fólk.
Bara fimm børn
Men í fjør hendi so ein ógvuslig lækking í barnsburðartalinum.
Tá ið komið var heilt út í oktober mánaða í 1999, vóru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni.
Og tá ið alt árið varð gjørt, vísti tað seg at bara 13 børn vóru fødd í allari syðru helvt í Suðuroy í alt 1999.
Hetta er bara helvtin av tí, sum tað plagdi vera.
Fallið er sera stórt, tá ið hugsað verður um, at í 1998 vórðu fødd 28 børn í syðru helvt í Suðuroy, í 1997 var talan um 25 børn, í 1996 vóru 26 børn fødd í 1995 var talið 25, og soleiðis hava tølini ligið støðug tað mesta av nítiárunum.
Og tað, sum farið er av árinum í ár, vísir, at gongdin heldur fram og støðan verður ikki frægari í ár.
Frægari í norðaru helvt
Í norðaru helvt í Suðuroynni stendur eitt sindur frægari til, tí har var barnatalið í fjør ikki stórt ørðvísi, enn tað hevur verið seinastu árini.
Í norðaru helvt, sum er Fámjin, Øravík, Tvøroyri, Froðba, Hvalba og Sandvík, eru børn fødd higartil í ár. Í hesum bygdunum búgva í løtuni 2.708 fólk
Hesi seinastu árini hevur talið á føddum børnum ligið støðugt omanfyri 30 í norðaru helvt í Suðuroy, burtursæð frá 1996, sum var ringasta árið, tí tá vóru bara 23 børn fødd í norðaru helvt í Suðuroy.
Verða so barnsburðartølini í allari oynni løgd saman, vórðu ikki fleiri enn 41 børn fødd í allari Suðuroynni higartil í ár.
Og tað er ikki meiri enn helvtin av tí, tað plagdi vera.
Higartil í ár eru 16 børn fødd í norðaru helvt í Suðuroynni.
Eileen Michelsen, ljósmóður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at hon væntar, at talið á barnsburðum í ár fer at vera áleið tað sama sum í fjør.
Sostatt verður hetta annað árið á rað, at talið á børnum, sum verða fødd í Suðuroynni sum heild, ikki verður meiri enn 2/3 av tí, sum tað plagdi.
Men hetta verður eisini annað árið á rað, at talið á børnum, sum verða fødd til syðru helvt í Suðuroy, ikki verður meiri enn helvtin av tí, sum tað plagdi vera.
Færri enn 5.000 fólk
At talið á føddum børnum lækkar er í samsvari við gongdina í fólkatalinum annars.
Tí hesi seinastu árini er fólkatalið í Suðuroynni javnt og samt lækkað, og seinasta summar fór tað niður um 5.000 fólk fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár.
Upplýsingar frá Landsfólkayvirlitinum siga, at nú búgva ikki fleiri enn 4.990 fólk í Suðuroynni.
Og nú er fólkatalið enntá hækkað eitt sindur aftur, tí eitt skifti seinasta summar búðu ikki fleiri enn 4.964 fólk í Suðuroynni og hetta var fyrstu ferð í yvir 50 ár, at fólkatalið í Suðuroy fór niður um 5.000 fólk.
Við árslok í fjør var tað tó komið uppaftur á 5.001 fólk, men síðani er tað so aftur fallið.
Men nú skulu vit eisini minnast til, at teir báðir stóru fráflytingarmánaðirnir, august og september, eru ikki farnir aftur um enn.
Eftir upplýsingum, vit hava, búði 5.518 fólk í Suðuroynni í 1930 og í 1950 kom fólkatalið í Suðuroynni í hæddina, tí tá búðu 6.213 fólk í syðstu oyggini í Føroyum.
? Tað er serliga nú í nítiárunum, at fólkatalið í Suðuroynni er rapað niðureftir og í ár hevur tað ligið og riðað um 5.000 fólk.
Støðan í Suðuroynni er eisini tann, at hon er einasta plássið í Suðuroynni. at tað doyggja nógv fleiri fólk, enn tað verða fødd.
Í fjør vórðu, sum sagt 41 børn fødd í Suðuroynni, men tað doyði yvir 70 fólk.
Og eisini higartil í ár eru tvær ferðir so nógv fólk deyð, sum tað eru børn ið eru fødd.
Tá ið fólkatalið so ikki minkar meiri, stendst tað av, at tað er ein ávís tilflyting til tær ymsu kommunurnar.
Serliga eru tað fólk, sum flyta uttanlands til ymsar kommunur í Suðuroynni.
Og alt í alt fellur fólkatalið í Suðuroynni framvegis. Í fjør minkaði fólkatalið í øllum bygdum, uttan í Hvalbiar Kommunu, har 12 fólk løgdust afturat.
Fyrsta ársfjórðing í ár er fólkatalið hinvegin minkað eitt vet í øllum bygdum, uttan á Tvøroyri har 32 fólk løgdust afturat fyrsta ársfjórðing í ár. Sí annars talvuna niðanfyri.te;ast familjan hjá Douglas var ómetaliga fitt og tók væl ímóti henni, skarst ikki burtur, at hon var fremmand og at hon ongan kendi. Hon dugdi heilt fitt á enskum, men dialektin var ring at skilja.
? Men ung fólk læra skjótt, so tað var ikki leingi til eg eg kom á lagi við tí. Eg fekk eisini eina dóttur og tað hjálpti somuleiðis væl um. Tað gekk tó betur og betur at koma í samband við fólk.
? Men tá ið eg segði, at eg var úr "Faroes? hildu nógv, at eg var úr Egyptalandi, tí tey blandaðu við egyptiska konganavnið "Farao?. Tað kom nógvur stuttleiki burturúr tí.
? Tó kendu tey øll tann føroyska fiskin, tí hann var tann besti av øllum, søgdu tey. Á fiskamarknaðinum stóð tað eisini altíð viðmerkt, hvat var føroyskur fiskur, tí honum vóru fólk óð eftir og hann var altíð uppi fyrst.
? Vit keypa altíð føroyskan fisk og danskt smør, var niðurlagið hjá øllum.
Hilda sigur, at hóast hon kom til Onglands á jólum í 1946, bar tað longu um summarið 1947, at hon ætlaði sær heim aftur til Føroyar at ferðast.
? Men møguleikarnir at ferðast vóru ikki so góðir tá, sum teir eru nú og tað endaðu við, at vit fingu ongan fart heim.
? Og tað var ein skelkur, tí tað var kanska ikki fyrrenn tá, at tað veruliga gekk upp fyri mær, at tað var eitt heilt Atlantshav ímillum meg og Vágsbygd og at bar altso ikki til bara at fara heim, tá ið eg vildi.
?Fyri at bøta um "skaðan?, fóru vit til Belgia at ferðast til fólk, sum Doug var komin at kenna undir krígnum.
? Tað var besta summar eg hevði havt lívinum, tveir mánaðir við brennandi sól, tað var eg ikki von við.
Men í 1960 var so stundin loksins komin, at eg fyrstu ferð skuldi sleppa heim aftur at ferðast.
? Tað hevði tá eydnast okkum at sleppa heim við hesi somu, góðu "Barjamu?. Vermamman var við og sjálv hevði eg tá tvey smá børn og var full upp undir hendur við tí triðja.
?Men aftur hesuferð fingu vit himmalsins ódnarveður.
? Sjógvurin skolaði inn yvir skipið og rann inn í hvørt kamar. Í mínum kamari var sjógvur heilt upp til undirkoyggjuna so vit vassaðu næstan upp undir knæ. Allar hurðar vóru surraðar til so í tveir dagar lá eg innistongd í kamaranum, uttan at hava samband við nakran annan umborð.
?Tað var vart, tí eg hevði heldur ongan mat til tey smáu børnini. Tað einasta, eg hevði, var ein sodavatn, sum eg hevði at leska tey við og hana royndi eg so at drðggja okkum so frægt, sum til bar.
Skiparin var tó so beinasamur, at hann setti meg inn á Vág við mær, hóast "Barjama? skuldi til Havnar.
Men eitt var at koma heim. Eitt annað var at sleppa avstað aftur.
? "Barjama? var farin á land og bleiv vrak, og so vóru góð ráð dýr.
? Vit vóru komin heim í apríl mánaða og skuldi fara til Onglands aftur í Juni. Men vit sluppu so ikki avstað aftur fyrrenn nógv seinni tað summarið, tá ið vit sluppu við Heklu, sum var komin úr Íslandi og skuldi til Glasgow.
Men síðani hevur tað gingið frægari og Hilda hevur verið heima 35 ferðir afturat.
Bæði Doug og børnini trivust væl í Føroyum og tey hava ofta verið her heima og ferðast.
? Serliga tann yngri drongurin, Michael, treivst væl ímillum føroyingar og hann líktust eisini nógv føroyingum í sinni, hann bæði át skerpikjøt, var í grind og tók lut í øðrum, sum fólk tókust við úti á bygd í Føroyum.
? Grindaknív ynksti hann sær, men tað vildu vit ikki, at hann skuldi fáa, tí hann var so lítil. Men einaferð hevði hann fingið eina 10 krónu frá onkrum og hann fór beint at keypa sær størsta dolkin, tey høvdu.
? Og tað var so heppið, at grind kom nakrar fáar dagar aftaná, so hann knívurin kom beinanvegin í brúk.
? Men tann eldri drongurin, hann stóð uppi við kirkjugarðin við spýggjuni í hálsinum, so ymiskir vóru teir.
? Eisini Doug var mangan í Føroyum og altíð skuldi hann niðan á Eggjarnar at hyggja eftir støðini har. Sjálvur var hann radarserfrøðingur í enska flogvápninum undir krígnum og átti síni spor og síni minni uppi á Eggjunum.
Longdist illa
Hilda sigur, at so við og við fall hon betri og betri til í Derbyshire, hon kom at kenna familjuna hjá Doug betri og hon fekk gott samband við grannarnar.
? Og so gjørdi tað ikki støðuna verri, at tey høvdu ikki gloymt meg heima.
? Brøv og pakkar komu í jøvnum streymi við øllum møguligum góðum í og tað var eitt, sum eg gleddi meg eina mest til.
Men tað skerst ikki burtur, at henni longdist rættiliga illa til tíðir. Men hon brúkti ymsar mátar at sleppa um tann ringasta longsulin.
? Onkuntíð, tá ið eg ikki sovnaði - og tað geri enn enn- so fari eg í hugaheiminum líka av Eiðinum og út ígjøgnum alla bygdina, inn í hvørt hús og síggi hvørt fólk fyri mær.
Men hon sigur, at Douglas hevur eisini verið henni ein avbera stórur stuðul í so máta.
? Hóast vit ikki altíð hava havt so nógvan pening um hendi, serliga tey fyrstu árini, so syrgdi hann altíð fyri, at peningur varð settur til síðis, eitt sindur hvønn mánað, so at eg kundi sleppa heim at ferðast.
? Tað var ikki tí, at vit altíð høvdu ráð til tað, men kortini helt hann altíð fast um, at eg mátti sleppa heim at ferðast, so mátti heldur okkurt annað bíða.
? Hann hevði leingi ynskt sær ein bil, og tað royndu vit eisini at savna okkum pening saman til.
Hilda fer at flenna, tí hon sigur, at hon minnist, at arbeiðsfelagarnir hjá Doug argaðu hann hann mangan við hesum vælsignaða bilinum, sum vit royndu at goyma okkum pengar til.
? M.a. argaðu teir hann við at "...nú skal Hilda heim til Føroyar at ferðast, so har reyk róðrið til bilin, ella nú verður ongin motorur í bilinum?..., o.s.fr.? Men bilurin hann kom so kortini.
Hilda sigur, at eitt, sum hjálpir henni ómetaliga nógv er eisini, at hvønn vetur hoyrir hon útvarpið heilt væl, har hon bðr. Tað má vera okkurt í luftini, sum ger tað, men um summarið hoyrir hon tað ikki. Men heilt frá oktober til mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði.
Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín.
Og so hevur hon eisini samband við nakrar aðrar føroyskar konur, ið endaðu í Onglandi uppá sama máta sum hon sjálv. Sjálvandi hevur hon eisini fleiri ferðir havt føroyingar á vitjan.
Eitt gott lív
Nú Hilda er 71 ára gomul, er tað eitt gott lív, hon sær, tá ið hon lítur aftur um bak.
? Eg havi havt eitt gott lív, við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn.
? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tænastustarv. Trý av ommubørnunum eru liðug á universiteti, trý ganga á universiteti og tað sjeynda byrjar á universitetinum komandi ár. Børn og ommubørn sær hon nógv til.
? Men so leingi, eg orki, fari eg at koma aftur og aftur.
Men ferðingarhugurin ger, at hon ferðast eisini aðrar leiðir og nú pensjónsárini eru rokkin, eru umstøðurnar góðar ferðast.
?Eg havi verið bæði í Kanada, USA og víða hvar í Evropa. Og í heyst havi eg keypt mær eina ferð til Teilands.
Men hvar hon so ferðast er tað tó eitt, sum liggur fast. Og tað er, at vágbingur, tað verður hon til tað síðsta.
Halda røðu
Av tí, at Hilda hevur verið so oftani heima og ferðast, er jóansøkan ikki so fremmand fyri henni, sum hon er fyri so mangar útisetar.
Hon hevur ofta verið á jóansøku, og tað er serliga kappróðurin, sum hugtekur hana
Tað er ein sera vøkur sjón at síggja allar róðarbátarnar koma skúmandi inn eftir fjørðinum. kanska er tað tí, at eg sjálv búgvi mitt inni í landinum og síggja ikki sjógvin, at eg eri so hugtikin av kappróðrinum. Men Vágsfjørður, hann er eisini vakur í sær sjálvum.
Hóast Hilda ofta hevur verið á jóansøku, verður hendan kortini nakað serligt, tí í ár skal hon halda røðu á hugnaløtu uttanfyri posthúsið leygarkvøldið , tá verður eisini sangur og tónleikur á skránni.