? Hetta eigur at fáa allar reyðar ávaringarlampur í Suðuroynni at lýsa.
Hans Pauli Strøm, sosiologur, vildi illa trúgva tí, tá ið vit greiddi honum frá gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni í ár.
Støðan er nevniliga tann syndarliga, at higartil í ár eru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni.
Sjálvur arbeiðir hann á hagstovuni, har hann m.a. fæst nógv við fólkateljingar.
Men hagtølini eru altíð nakrar mánaðir afturút og hann hevur ikki heft seg við smálutir í gongdini í fólkatalinum.
Hesi seinastu árini eru ímillum 22 og 40 fødd í syðru helvt í Suðuroynni.
Men eisini síðani kreppa og fráflyting fór at taka seg upp nú í níti árinum, hevur talið verið rættiliga støðugt við tað, at nøkur og tjúgu børn eru fødd í syðru helvt í Suðuroynni um árið.
Tað, sum verður roknað upp í syðru helvt eru Sumba, Lopra, Akrar, Vágur, Nes, Porkeri og Hov.
Í hesum bygdunum búgva útvið 2.300 fólk.
Bara fimm børn
Men í ár er so hend ein ófatilig lækking í barnsburðartalinum.
Tí higartil í ár eru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni.
Talan er um trý børn í Vági, eitt í Sumba og eitt í Porkeri.
Hetta er eitt øgiligt fall, tá ið hugsað verður um, at í 1998 vórðu fødd 28 børn í syðru helvt í Suðuroy, í 1997 var talan um 25 børn, í 1996 vóru 26 børn fødd í 1995 var talið 25, og soleiðis hava tølini ligið støðug tað mesta av nítiárunum.
Frægari í Norðaru helvt
Í norðaru helvt í Suðuroynni stendur eitt sindur frægari til.
Tí har er barnatalið í ár ikki stórt ørðvísi, enn tað hevur verið seinastu árini.
Í norðaru helvt, sum er Fámjin, Øravík, Tvøroyri, Froðba, Hvalba og Sandvík, eru 27 børn fødd higartil í ár. Í hesum bygdunum búgva útvið 2.700 fólk.
Hesi seinastu árini hevur talið á føddum børnum ligið støðugt omanfyri 30 í norðaru helvt í Suðuroy, burtursæð frá 1996, sum var ringasta árið, tí tá vóru bara 23 børn fødd í norðaru helvt í Suðuroy.
Í 1998 var talið 32, í 1997 var tað 33, í 1995 var tað 41.
Í 1994 vóru 38 børn fødd í norðaru helvt, í 1993 var talið 47 børn, í 1992 var tað 37 børn og í 1991 var tað heilt uppi á 50 børnum.
Verða so barnsburðartølini í allari oynni løgd saman, eru sostatt ikki meiri enn 32 børn fødd í allari Suðuroynni higartil í ár.
Og tað er ikki meiri enn helvtin av tí, tað plagdi vera.
Færri enn 5.000 fólk
At talið á føddum børnum lækkar er væl í samsvari við gongdina í fólkatalinum annars.
Tí hesi seinastu árini er fólkatalið í Suðuroynni javnt og samt lækkað, og nú í summar er tað farið niður um 5.000 fólk fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár.
Upplýsingar frá Landsfólkayvirlitinum siga, at nú búgva ikki fleiri enn 4.964 fólk í Suðuroynni og so fá fólk hava ikki búð her í langt yvir 50 ár.
Eftir upplýsingum, vit hava, búði 5.518 fólk í Suðuroynni í 1930 og í 1950 kom fólkatalið í Suðuroynni í hæddina, tí tá búði 6.213 fólk í syðstu oyggini í Føroyum.
? Tað er serliga nú í nítiárunum, at fólkatalið í Suðuroynni er rapað niðureftir og í ár hevur tað ligið og riðað um 5.000 fólk.
Men nú teir stóru fráflytingarmánaðirnir, august og september, eru farnir afturum bak, datt fólkatalið í Suðuroynni eisini niður um 5.000 fólk fyri fyrstu ferð í meiri enn tveir mansaldrar, og nú búgva so ikki meiri enn 4.964 fólk í Suðuroynni.
Tann vissi deyði
Hans Pauli Strøm, sosiologur á Hagstovu Føroya, er skelkaður av tølunum fyri, hvussu fá børn eru fødd í Suðuroynni í ár.
? At bara fimm børn eru fødd í syðru helvt í Suðuroy higartil í ár er eitt so stórt fall, at tað liggur ?langt hinumegin alla logiska frágreiðing?, sum hann tekur til.
Hann leggur afturat, at hetta er tað merkiligasta fyribrigdi, hann hevur verið úti fyri alla tað tíðina, hann hevur arbeitt við hagtølum.
? At barnsburðartalið fellur so nógv, er tann vissi deyði fyri eitt pláss.
? Hetta er verri enn alt annað. Tað kann ganga upp og niður á so mongum økjum. Men tá ið ongi børn verða fødd, verður heldur onki nýtt ættarlið sett við, og so er lokalsamfelagið fyribeint, tað sigur seg sjálvt.
? Gongdin í Suðuroynni hevur verið tann í fleiri ár, at tað er lítil munur á, hvussu nógv fólk doyggja og, hvussu nógv børn verða fødd.
? Men tað hevur ofta riðið um snarið.
? Og tað kemst av, at talið av konufólki í burðardyggum aldri er so lítið.
Hann sigur, at støðan er tann sama í øðrum útjaðaraplássum í Føroyum, eitt nú Sandoynni og Vágum.
? Men at talið á barnsburðum í syðra parti í Suðuroynni er fallið so nógv, sum tað her er talan um, má ikki fara aftur við borðinum uttan víðari.
? Tí hóast burðartalið hevur verið lágt, hevur Suðuroyggin altíð ligið í vatnskorpuni.
? Men tey tølini, sum nú fyriliggja, eru einki minni enn ein vanlukka fyri oynna.
Hann sigur, at tá ið samfelagið er lítið, eru viðhvørt tilvildarligar broytingar í hagtølunum, sum kunnu tykjast ógvuliga eru merkiligar.
? Tilvildin kann snýta ein, tá ið vit arbeiða við hagtølum í einum lítlum landi sum í Føroyum, tí grundarlagið er so lítið.
Men Hans Pauli Strøm hevur kortini ilt við at trúgva, at hetta er av tilbild, av tí at tølini ananrs hava verið so støðug øll tey seinastu árini.
? So við tí fyrivarni, at talan er um eina ófatiliga tilvild, haldi eg ikki, at tað
ber ikki til, at hetta skal fara aftur við borðinum uttan víðari.
?Ábyrgdarhavarar í Suðuroynni kunnu ikki skráseta eitt tal sum hetta, uttan at taka tað í fullum álvara og gera okkurt við tað.
Sosiologurin sigur, at hann metir støðuna so álvarsliga, at støðan er búgvin til at halda kreppufund í suðuroynni.
Hann sigur, at tað má verða fyrst og fremst kommunurnar, sum eiga at taka stig til at kanna málið, tí tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av trivnaðinum.
? Tí hetta er so langt úti, at tað er hinumegin allar vanligar frágreiðingar.
? Her skal nakað heilt annað til, tí hetta er rætt og slætt ein vanlukka, sum eigur at fáa allar reyðar ávaringarlampur at lýsa.
Hans Pauli Strøm sigur, at tað tí verður neyðugt at seta kanningar í verk at vita, hvat tað er sum er galið, og sum ger, at so at siga øll konufólk í burðardyggum aldri ísenn, gera av ikki at fáa børn, antin tí at tær ikki vilja, ella ikki tora.
Hann mælir til, at fáa allan serkunnleikan á sosiala økinum hjá kommunum upp í málið, tað verið seg heilsusystrar, tey, sum hava við dagrøkt og øll, sum annars hava við sosial viðurskifti og menningini av bygdunum at gera.
? Tey eiga at seta seg saman, og so møguliga leita sær serkøna hjálp aðrastaðni frá, tí eitt svar til hesa óhugnaligu gongdina má og skal finnast.
Finna tey onki svar, mugu tey fara longur í sínum kanningum.
Hans Pauli Strøm sigur, at í fyrstu syftu kundi eitt nú spurnarbløð verið send út at vita, hví tey ungu húskini ikki vilja hava børn.
? Men verður onki svar funnið, eigur at verða farið víðari og eitt nú at heita á Almanna- og heilsumálastýrið at útvega sær serfrøði til at lýsa málið neyvari.
? Tí tað er bráðneyðugt at fáa svar uppá hesar spurningar, heldur Hans Pauli Strøm.