Bara fimm lið eftir

Flogbóltur: So hendi tað aftur. Fleyr b er tikið úr kappingini og við tí eru bara fimm lið eftir. Nú má FBF bera so í bandi, at bara eitt lið úr hvørjum felag, kann spæla í bestu deildini

Um vikuskiftið skuldu ÍF og Fleyr b spæla dyst sínamillum, men dysturin varð av ongum, tí um dagarnar frættist, at Fleyr b hevur tikið liðið úr kappingini.

Tað vil siga, at Fleyr ikki setir seg føran fyri at manna tvey lið í meistaradeildini hjá monnum, og tað hevur gingið tann vegin seinastu tíðina. Fleiri leikarar eru givnir ? av ymsum ávum ? og trupult hevur verið at fáa nýggjar leikarar til.

Úrslitið av hesum er, at tað nú bara eru fimm lið eftir í deildini, og tað merkir eisini, at allir dystirnir har Fleyr b stendur sum annað liðið, detta burtur.


Óheppið

Tað má stigast vera stak óheppið, at eitt lið í meistaradeildini verður tikið úr kappingini, og tað talar ikki høvuðsstaðarfelagnum til rós, at tað enn einaferð er eitt av teirra liðum, sum verður tikið úr kappingini á henda hátt, tí hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð.

Umtalan flogbólturin fær av slíkum er ikki serliga positiv, og tað er heldur ikki serliga positivt, at lið í ovastu deildini í eini ítróttargrein verður tikið úr kappingini.

Hugurin hjá yngri leikarunum at vera við í flogbóltskappingini hevur verið vaksandi seinnu árini, og tað er hugaligt, men tað er ein spurningur, um støður, sum henda, ikki kunnu skapa eina beint øvugta gongd, og tað vildi verið meiri enn spell.

Yngru leikararnir hava brúk fyri onkrum at síggja upp til, men tað er so verri enn so, at tað er at lið verða tikin úr kappingini.


Broyting má til

Tá vit enn einaferð hava staðfest, at eitt felag ikki klárar at hava fleiri lið í ovastu deildini, so er eisini tíðin komin at rópa varskó.

Tað kann ikki vera meiningin, at tað skal vera undantakið heldur enn regulin, at flogbóltslandskappingin skal enda við eins nógvum liðum og hon byrjaði.

Men tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, og tí eigur FBF at bera so í bandi, at tað slepst undan slíkum. Ein møguleiki er at seta avmarking fyri tali av liðum í meistaradeildini niður til fimm, og ein annar er at siga, at bara eitt lið úr hvørjum felag kann leika í bestu deildini.

Grundgevingin fyri tí seinna er, at tað er betri at tað eru færri lið, sum dugur er í, enn fleiri, har tað eina ? ella fleiri ? fella burtur.

Í fjør var ÍF í meistaradeildini hjá momnnum við tveimum liðum, og hóast tað ikki skal takast nakað frá ÍF og fuglfirðingum, so var talan ikki um eitt sterkt lið ? b-liðið. Kortini megnaðu teir at spæla árið at enda, og tað er til teirra rós.

Tí er at vóna, at FBF fer at bera so í bandi, at kappingin verður broytt, soleiðis at vit sleppa undan slíkum støðum, sum ístaðin fyri at menna flogbóltin, gera honum ónáðir.