Bara hugflogið setur markið

Klaksvíkar kommuna hevur sett Dávur Winther í starv sum mentunarleiðari í Klaksvík. Hann sigur, at hetta er ein stór avbjóðing, og bara hugflogið setur mark fyri, hvat kann gerast

Klaksvík:
Nýggi mentunarleiðarin í Klaksvík eitur Dávur Winther. Hann skal byrja í nýggja starvi sínum aftan á summarfrítíðina. Dávur hevur verið byggifulltrúi á teknisku deild í Klaksvíkar kommunu inntil nú.
Hann hevur tó, serliga tey seinnu árini, fingist nógv við at fyriskipa ymisk mentunarlig tiltøk í býnum. Og nú kommunan gjørdi av at seta ein mentunaleiðari, helt Dávur, at tað kundi verið spennandi at arbeitt við mentan burturav.
? Við komandi broytingunum í infrastrukturinum her, má sigast, at hetta er ein stór avbjóðing. Og fasta sambandið letur eisini nakrar hurðar upp fyri møguligum framtíðar samstarvi við grannaøkini hjá okkum, sigur nýggi mentunarleiðarin.
Dávur sigur, at hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri mentan. Hansara uppgáva fyrst og fremst verður at virka sum ein samskipari av tiltøkum og so framvegis á tí mentunarliga økinum í Klaksvík, sum veruliga hevur ligið á láni, síðani kommunan legði mentunardeildina niður í 1993 orsakað av kreppuni.
? Mentamál eru umleið 30 % av fíggjarætlanini hjá kommununi, so her er talan um eitt rættiliga stórt øki, har møguleikarnir eru nærum ótømandi við verandi og komandi karmum, sigur nýsetti mentunarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther.
Dávur Winther er 47 ára gamal og hevur starvast í umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu síðani 1987.