Bara lítil partur av oljuni tikin upp

Tað er bara ein brotpartur av oljuni, sum rennur út í Meksikoflógvan saum verður tikin upp. Tað sigur amerikanski havfrøðingurin Lisa Suatoni, sum starvast hjá Natural Resources Defense Council.

Hon vísir á, at hóast fleiri milliardir krónur blivu brúktar til rudding aftan á oljuóhappið við Exxon Valdez í 1989, vórðu bara 10 prosent av oljuni tikin upp.

Barack Obama, forseti, hevur sett eina óhefta nevnd at kanna viðurskiftini í sambandi við oljudálkingina í Meksikoflógvanum. Forsetin sigur, at nevndin skal leggja trýst á oljufeløgini og gera uppskot um, hvussu myndugleikarnir kunnu fyrireika seg betur í framtíðini.

Oljufelagið BP segði fyrst, at 1.000 tunnur av olju runnu út í sjógvin um dagin, men seinni bleiv talið rættað til 5.000 tunnur. Óheftir serfrøðingar, sum hava kannað sjónvarpsmyndir av lekanum, siga, at talið hjá BP er alt ov lítið. Teir halda, at tað renna kanska einar 70.000 tunnur ella 11 milliónir litrar av olju út í sjógvin um samdøgrið.