Fyrrapartin fóru 47 spentir næmingar í 1. flokk í skúlanum við Løgmannabreyt í Havn. Her vórðu teir millum annað møttir av einum vælhýrdum skúlastjóra - í slipsi.
- Eg havi bara pyntað meg fyri tykkara skuld, segði Høgni Joensen skúlastjóri við næmingarnar.
- Í morgin komi eg til arbeiðis uttan slips.
Í morgun møttu næmingarnir í 2. til 9. flokk klokkan 9, meðan fyrsti flokkur Her tóku lærarar, pedagogar og hjálparfólk ímóti. Orsøkin til hetta er hon, at børnini skulu ikki bara í tann vanliga skúlan, men tey skuldu eisini síggja frítíðarskúlan og heilsa uppá starvsfólkini har.
Fyrsti flokkur telir 47 børn, sum hava fýra lærarar. Í skúlanum við Løgmannabreyt eru íalt 362 næmingar.
Myndin: 1. skúladagur hjá 1. flokki, har bæði lærarar, pædagogar og foreldur vóru við. Uttast høgrumegin, Høgni Joensen, skúlastjóri - í slipsi (mynd: torshavn.fo)