Bara timbur umborð

Russisku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at teir hava ikki funnið annan farm enn timbur umborð á farmaskipinum Arctic Sea, sum hvarv, eftir at tað var farið úr Finnlandi tann 23. juli. Tríggjar vikur seinni kom eitt russiskt herskip fram á Arctic Sea nærhendis Kap Verde-oyggjunum úti fyri vesturafrikonsku strondini.

Fleiri hava gitt, at ísraelska fregnartænastan steðgaði skipinum, tí tað var á veg til Iran við rakettum, men tað avsanna russar.

Eitt nú skrivaði bretska blaðið The Sunday Times, at russiskar loftverjurakettir vórðu koyrdar umborð á skipið í Kaliningrad, eftir at tað hevði fermt timbur í Finnlandi.