Bara tvey partrolarapør eru til fiskiskap

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, men væntandi fer onkur útaftur í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni eru bara tvey partrolarapør til fiskiskap. Skipini fiska upsa og annan hvítfisk.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er óbroyttur; hann er framvegis smáigur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk.

 

- Væntandi landa allir í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at allir teir smáu trolbátarnir liggja, men væntandi fer onkur útaftur í næstum.

 

Hjá garnaskipunum er støðan óbroytt.

 

- Tvey skip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku.