Talv
Helgi Dam Ziska legði seg á odda í Klaksvík International, tá hann í gjár vann á Emil Hermansson. Undan dystinum var Helgi á øðrum plássi – eitt stig aftan fyri Emil – og tí var talan um veruligan toppdyst.
Helgi hevði hvíta fólki ímóti svianum, og eftir 59 leikir legði svenski altjóða meistarin kongin.
Sostatt hevur Helgi nú lagt seg á odda í kappingini saman við Emil Hermansson og GM Henrik Danielsen, sum í gjár vann á Hans Kristian.
Eisini Martin Poulsen megnaði at vinna sítt talv,, tá hann møtti IM Jens Ove Fries-Nielsen við svarta fólkinum. Nú hevur Martin 3 stig, og hann hevur lagt seg ájavnt við Hans Kristian Simonsen.
Støðan er nú tann, at Helgi, IM Emil Hermansson og GM Henrik Danielsen allir hava 4,5 stig á deildum fyrsta plássi. Á deildum 4. plássi eru Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen við 3 stigum, meðan IM Jens Ove Fries-Nielsen liggur aftast við 1,5 stigi.