Hóast skaldsøgan Barabbas kom út longu í 1950, stendur hon enn sum ein bæði beinrakin og viðkomandi lýsing av modernaða menniskjanum.
Søgan er bygd yvir tann søguliga Barabbas, ránsmannin, sum varð latin leysur í staðin fyri Jesus. Í Barabbas lýsir Pär Lagerkvist rótleysa skeptikaran, sum leitar eftir meining og kærleika í einum heimi uttan Gud, men sum verður verandi innilæstur í sínum egna veruleika.
Bert hjá fáum øðrum rithøvundum, eitt nú hjá Albert Camus, fáa vit eina so sterka lýsing av modernaða menniskjanum í djúpari trúarkreppu
Til ber at lesa fyrsta kapittul í føroysku týðingini av Barabbas á heimasíðuni hjá forlagnum www.hemlid.fo