Barbara aftur á fólkating

Hetta er aðru ferð, at Barbara umboðar Javnaðarflokkin á fólkatingi

Hesa vikuna tekur Barbara Gaardlykke Apol sæti fyri Sjúrð Skaale á fólkatingi. Seinast var í mars 2020 samstundis sum Danmark lat aftur orsakað av koronusmittuni.

 

Tá Barbara tók sæti í 2020, tók hon samstundis yvir 100 ára gamla metið at gerast yngsti føroyingur á fólkatingi nakrantíð. Nú vendir unga javnaðarkvinnan aftur til Christiansborg til eina virkna viku.

 

Á skránni er millum annað aðalorðaskifti um ríkisfelagsskapin, har forsætismálaráðharrin leggur fram eina støðulýsing, sum aftaná verður viðgjørd av fólkatingslimunum. Eisini verður skipað fyri kjakfundum ymsastaðni í fólkatinginum. Harafturat er sessurin altíð eitt gott høvi at nýta til at seta donsku ráðharrunum fyrispurningar um eitthvørt.

 

– Tað eru altíð smærri og størri viðurskifti, sum ávirka annaðhvørt føroyskar borgarar í Danmark ella sambandið millum Føroyar og Danmark, sigur Barbara Gaardlykke Apol í tíðinaskrivi frá Javnaðarflokkinum.

 

Seinast setti Barbara Gaardlykke Apol millum annað ein fyrispurning til løgmálaráðharran um viðurskiftini hjá føroyskum fangum. Hesin fyrispurningur hevur síðani elvt til orðaskifti um nýtsluna av avbyrging í Mjørkadali.