2.- 6. februar verður árliga vármótavikan í Keypmannahavn, har fremstu sniðgevarnir sýna vørurnar fyri heyst/vetur 2011. Barbara í Gongini luttekur við stórum mótashowi. Barbara skal sýna fram hósdagin 3. februar kl 22-23 í kongaliga musikkonservatoriinum.
Barbara sýndi eisini fram á vármótavikuni í fjør, og tá fekk hon framúr góð ummæli fyri sítt eksperimenterandi og innovativa show, har Eivør og Jens L. Thomsen luttóku, umframt at hon hevði eina stóra føroyskt framleidda videoinstallatión á pallinum.
Í fjør høvdu Guðrun & Guðrun eisini mótashow á várligu mótavikuni, men tær eru eftir øllum at døma ikki við aftur í ár.